- Talentkappingarnar í sjónvarpi eru sera gott undirhald, og vit hava sæð, at føroyingar standa væl, sigur Peter Aalbæk Jensen Í vikuni kom fram, at Peter Aalbæk Jensen ikki heldur fram sum dómarin í sjónvarpsrøðini Talent.
- Eg haldi, at teir vilja hava onkran barnavinaligari dómara ístaðinfyri meg. Men tað er einki at ivast í, at Talent verður ein líka góð sending uttan meg, sigur Peter Aalbæk Jensen.
Føroyingar, sum fylgdu við Ragnari Finnson í Talent, hava sæð nógv til Peter Aalbæk Jensen, og fyrr í ár vitjaði Aalbæk fyri fyrst ferð í Føroyum, tá ið hann var gestur í sendingini Hvonn Live.
Í dag prátar Morgunsendingin á Rás2 við Peter Aalbæk Jensen, og hann sigur millum annað sína hugsan um føroyska X-Factor vinnaran Lindu Andrews.