Aalbæk sovið í Íslandi í nátt

Flogfarið við millum annað Peter Aalbæk Jensen, sum skuldi seta seg í gjárkvøldið, endaði í Íslandi. Roynt verður aftur at lenda seinnapartin. Hvonn Live er flutt til kl. 16 Peter Aalbæk Jensen skal verða gestur í fyrstu sendingini Hvonn Live, sum Rás2 sendir seinnapartin í dag.

 

Ætlanin var, at Aalbæk skuldi lenda í Føroyum í gjárkvøldið, men veðrið var so vánaligt í Vágum, at flogfarið fekk ikki sett seg. Flogfarið fleyg ístaðin til Íslands, har Peter Aalbæk og hini ferðafólkini hava gist í nátt.

 

Atlantsflog sigur, at flogfarið fer at royna at seta seg í Vágum seinnapartin.

 

Hvonn Live, sum skuldi byrja klokkan 15, er flutt ein tíma og byrjar kl 16 í dag.