Aarhus Fremad er bert eitt stig frá uppflyting til næstbestu deildina

Martin Agnarsson og liðfelagarnir kunnu tryggja sær uppflytingina í morgin

Í morgin klokkan 13 verður toppdystur í ovara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Martin Agnarsson og liðfelagarnir í Aarhus Fremad taka á Riisvangen leikvøllinum móti Middelfart. 

 

Um Aarhus vinnur ella leikar javnt móti Middelfart hava Martin og liðfelagarnir tryggja sær at enda millum tvey tey ovastu liðini, og so verður uppflytingin til næstbestu deildina veruleiki, hóast tað tá eru tveir dystir eftir at leika.

 

Í kvøld heilkiksaði Fremad Amager uttan Andrass Johansen í hópinum. Á útivølli tapti Fremad Amager heili 0-5 fyri AB. Fremad Amager hevur 51 stig, og við bert tveimum dystum eftir kunnu teir í besta føri røkka 57 stigum. Aarhus Fremad hevur undan dystinum móti Middelfart sama stigatal, 57 stig. 

 

Aarhus Fremad hevur eina lítla favorittstøðu undan dystinum móti Middelfart. Middelfart kann við sigri koma upp á 58 stig, og kann harvið tryggja uppflytingina hjá sær, so tað vera tvey lið, ið hava nógv at spæla fyri, ið fara á vøllin í Riisvangen í Aarhus í morgin. 

 

Skuldi tað kiksað hjá Aarhus í morgin, so hava teir tveir dystir eftir at tryggja sær uppflytingina. 7. juni spæla Martin og liðfelagarnir á útivølli móti Skive, og 14. juni enda teir við heimadysti móti Fremad Amager. Fremad Amager hevur heimadyst móti Næstved 6. juni.