AB bíðar eftir spæliloyvunum

Betri deildin: Fýra spælarar hjá AB bíðar eftir spæliloyvinum

Tað er av sonnum ein nýggja byrjan á Argjum, tá AB í morgin klokkan 15 tekur móti HB í einum dysti, sum verður beinleiðis á FM1. Við 11 útlendingum og nýggjum venjara skal AB royndarkoyrast á fyrsta sinni.

 

Av teimum 11 útlendingunum í AB, so hava fýra teirra ikki fingið spæliloyvini upp á pláss í skrivandi løtu. Talan er um argentinsku Agustín Marsico og Franco Burset, umframt svenska Erik McCue og nýggja danska málverjan Rasmus Jepsen-Jacob.

 

- Vit bíða eftir spæliloyvunum hjá teimum. Vónandi kemur tað upp á pláss. Annars sær gott út og vit gleða okkum. Tað eru nakrir smærri skaðar, men annars eru allir tøkir. Eisini Jake Gross, sigur Sámal Erik Hentze.

 

Amerikanski miðverjin hevur ikki verið so nógv við í uppstartinum, men spælir væntandi í morgin. Tað gera Jobin Drangastein og Rógvi Poulsen ikki. Teir eru skaddir.

 

Dysturin millum AB og HB verður í morgin klokkan 15. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum. Byrjað verður at senda klokkan 14, tá 07 Vestur tekur móti Víkingi.