Síðsta bríksl í 9. umfari hevur verið. Tað var á Argjum, har AB í kvøld vann trivaligan 4-1 sigur ímóti B68.
Eftir fyrsta triðingin eru Skála og B68 undir strikuni, meðan AB við heimasigrinum í kvøld lyfti seg fram á áttanda plássið.
Tá ið sæð verður burtur frá tølini í málum, so var tað ikki so stórur munur á tølunum. AB vann sjey hornaspørk, og B68 vann seks hornaspørk, og bæði liðini høvdu tíggju royndir á og framvið málinum.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki hevði Agustin Marsico fína roynd av brotsteigarmarkinum, men B68 málverjin Ragnar Lindholm bjargaði sera væl og heilt uppi í krókinum. Í fallinum sá tað út til, at málverjin varð skaddur í mjødnini, og hóast hann helt fram at spæla, so kendist tað sum um, at skaðin darvaði.
Tveir minuttir seinni legði AB seg á odda. Miðverjin Onni Tiihonen fekk høvi at reka fram eftir miðásinum, og so smekkaði hann til. B68 málverjin tveitti seg og hálvbjargaði, og Teitur D. Olsen var fyrstur á returbóltinum og skoraði.
Tíggju minuttir seinni varð 2-0. Málskjútti var Marius Kryger Lindh, sum eftir framlegging úr vinstru var leysur mitt fyri málinum, tá ið hann skoraði.
At B68 verjuspælið ikki var sannførandi varð staðfest sjey minuttir undan steðginum, tá ið miðverjin Erik McCue mitt fyri málinum og við høvdinum sendi bóltin í málið eftir horna úr vinstru, sum Kari Dreier Leth tók sær av.
At liggja undir 3-0 var stór mótbrekka hjá toftamonnum í seinna hálvleiki. Seks minuttir eftir steðgin varð nýggi framrættaði spælarin Mohammed Samba skiftur inn, og tíggju minuttir seinni minkaði B68 um munin. Tá var tað miðverjin Aidan Liu, sum skoraði.
Málið kveikti lítla vón hjá B68, men hon varð av álvara slókt seks minuttir undan leikloki, tá ið Bartal S. Petersen, sum lítla løtu frammanundan var komin á vøllin, skoraði og staðfesti 4-1 sigurin.
AB – B68 4-1 (3-0)
1-0: Teitur D. Olsen
2-0: Marius Kryger Lindh
3-0: Erik McCue
3-1: Aidan Liu
4-1: Bartal S. Petersen
-
KÍ | 9 | 9 | 0 | 0 | 27 | 1 | 27 |
Víkingur | 9 | 7 | 0 | 2 | 26 | 10 | 21 |
B36 | 9 | 5 | 1 | 3 | 18 | 7 | 16 |
HB | 9 | 4 | 3 | 2 | 19 | 15 | 15 |
EB/Streymur | 9 | 4 | 2 | 3 | 13 | 15 | 14 |
07 Vestur | 9 | 2 | 3 | 4 | 11 | 19 | 9 |
NSÍ | 9 | 3 | 0 | 6 | 12 | 25 | 9 |
AB | 9 | 2 | 1 | 6 | 14 | 25 | 7 |
B68 | 9 | 1 | 2 | 6 | 8 | 23 | 5 |
Skála | 9 | 0 | 4 | 5 | 9 | 17 | 4 |
-
10. umfar
Leygardagin 14. mai
B68 – Víkingur
EB/Streymur – B36
Sunnudagin 15. mai
NSÍ – AB
Skála – HB
07 Vestur - KÍ