Fyri fyrstu ferð í tríggjar dystir fóru teir í HB av aftur vøllinum við fullari úrtøku, tá teir vitjaðu á Argjum sunnudagin.
AB hevði undan hesum umfarinum enn møguleikan at halda seg í deildini, men hetta kravdi, at teir skuldu fáa fulla úrtøku í øllum teirra komandi dystum, samstundis sum at B71 ikki skuldi fáa nakað stig afturat.
HB byrjaði betur uppá dystin og fingu skjótt yvirtakið á miðvøllinum. Hetta trýsti kanska AB nakað langt aftur á vøllin, og eftir 7 minuttir eydnaðist tað teimum at fáa hol á. Skjótt spæl frá HB í høgra borði førir við sær, at Ólavur í Ólavsstovu sleppur til baklinjuna, harfrá prikar hann bóltin til ein leysan Andrew av Fløtum, sum høggur bóltin í netið til 0-1. Eftir hetta var tað, sum um at teir í AB rakna við og taka seg enn meiri inn í dystin.
AB skaptu sær leikliga yvirvág og javnaðu eisini eftir hálvum tíma, tá ungi og evnaríki Johan Ellingsgaard var fyrstur á bólti sum var sendur innum HB-verjuna. Við eitt sindur av hepni kundi AB eisini havt lagt seg á odda áðrenn hálvleik, men í tveimum førum fekk HB ruddað vekk í evstu løtu. Og tískil fóru liðini jøvn til hálvleiks.
Nógvir málmøguleikar
Annar hálvleikur byrjaði eins og fyrri endaði við leikligari yvirvág til AB. Við at nýta skjótt spæl og nógvar skiftingar frá síðu til síðu, eydnaðist AB at finna op í HB-verjuni. Men tá ikki verður skorað uppá møguleikarnir, so kostar tað aloftast dýrt, og so var eisini hesu ferð.
HB gjørdi sær dælt av einari frísparksstøðu í høgru eftir 75 minuttum. Frísparkið varð skotið væl og hart innfyri til ein púra leysan Andrew av Fløtum, sum við høvdinum kundi senda HB á sigurskós.
Við tveimum málum frá Andrew sá dysturin út til at vera avgjørdur, men AB kempaði víðari.
AB vístu at teir ikki vildu tapa. Teir kempaðu til síðsta bríksl, og við eitt sindur av hepni kundu teir havt javnað, tá innskifti Jón Nielsen blakaði seg í fullari longd fyri at náa eitt høgt innlegg úr høgru.
Men bólturin fór framvið málinum, eins og seinasta vónin hjá AB um at halda seg uppi í bestu deildini.
Lítið man vera at ivast í at argjafólk ikki ætla sær ein langan steðg í 1. deild. Teir hava fingið alsk fyri Formulafótbólti og fara óivað at gera alt teir eru mentir í komandi kappingarári, so teir skjótt kunnu borðreiða við fótbólti av bestu skuffu á Hamrinum á Argjum.