AB hevur gjørt avtalu við danskan spælara um at hjálpa til á Argjum, nú AB fyri fyrstu ferð skal royna seg í bestu deildini.
Talan er um Morten Overgaard, sum hevur spælt við Køge, har fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin, Henrik Larsen, nú hevur ábyrgdina av liðnum. Køge liggur væl fyri í næstbestu donsku deildini.
AB heimasíðan veit at siga, at 20 ára gamli nýggi AB miðverjin kemur til Føroya 9. mars ella mitt í aðru viku. Nýggi AB spælarin er snikkaralærlingur og skal sambært AB heimasíðuni arbeiða hjá Húsavørðatænastuni, meðan hann verður í Føroyum.