Effodeildin: AB boðar frá, at teirra fjepparar nýtast ikki at bera ótta fyri ikki at sleppa norður aftur, aftaná dystin millum TB og AB, sum byrjar klokkan 17 sunnudagin við Stórá í Trongisvági.
Tað verður nýggi Mykinesbáturin "Jósup", sum siglir til Havnar aftaná dystin ímóti TB. Báturin siglir av Krambatanga kl. 19.30 sunnukvøldið. Jósup tekur 70 fólk.