Tað tók sína tíð, áðrenn steypavinnararnir í EB/Streymi komu úr veitsluróminum eftir finalusigurin mikukvøldið.
AB er á odda 2-1. Eftir at Rógvi Poulsen hevði skorað til 1-0, var tað miðvallarin Evrard Ble, sum við fínum máli økti til 2-0. Harafturat hevði AB fyrsta stóra hálva tíman fleiri stórar møguleikar at økja um leiðsluna.
Fimm minuttir undan steðginum snaraði nógv, so tað nú tykist vera heimaliðið, sum hevur fatur í endanum. Evrard Ble fekk seinna gula kortið og harvið reytt kort. Í síðsta álopinum undan steðginum minkaði Arnbjørn Hansen um munin, sum nú er 2-1.