AB: Henrik skal verða meira enn ein høvðusvenjari

Betri deildin menn: - Mín arbeiðsvika er ikki 37 tímar, men allir teir tímar, sum krevjast fyri at fáa sum mest burtur úr spælaranum og potentialinum í felagnum, sigur Henrik Larsen, nýggjur venjari hjá AB

Mynd: (AB/Facebook)

Argjabóltfelag hevur sett 56 ára gamla Henrik Larsen sum venjara. Hann byrjar í starvinum um hálvan juli. AB boðar frá, at hann eisini fer hava aðrar leiklutir í felagnum, og hjálpa at skapa ein reyðan tráð frá besta liðnum og niðureftir.

 

- Eg arbeiði við eldhuga og vil geva alt fyri felagið og tey lið, sum eg havi við at gera. Mær dámar væl at arbeiða við ungum spælarum – ikki bert á vøllinum, men eisini uttanfyri, so teir kunnu læra at liva sum seriøsir fótbóltsspælarar, sigur Henrik Larsen í samrøðu við AB á Facebook.

 

- Eg haldi tað hava stóran týdning, at samband er millum eldru ungdómsliðini og besta liðið. Eg arbeiði soleiðis, at venjingarætlan og menningin av einstaka spælaranum kann gera ungu spælararnar til Betrideildarspælarar. Eg eri ikki bert venjari hjá besta mansliðnum – eg eri venjari hjá felagnum, leggur 56 ára gamli danski venjarin afturat.

 

Henrik Larsen er føddur 3. oktober 1965. Hann hevur spælt í donsku Superliguni í 90’árunum, har hann umboðaði AAB, Silkeborg, AGF og Ikast FS. Harafturat hevur hann spælt í næstbestu deildini í bæði Týsklandi og Spania.

 

- Mín arbeiðsvika er ikki 37 tímar, men allir teir tímar, sum krevjast fyri at fáa sum mest burtur úr spælaranum og potentialinum í felagnum. Eg vænti nógv av mær sjálvum, og eg ynski stóran eldhuga frá fólkunum rundan um meg. Er viljin og eldhugin sjónligur, so hjálpi eg gleðiliga, hóast tað snýr seg um onnur lið enn besta lið felagsins, sigur Henrik Larsen og leggur afturat:

 

- Eg fari at seta í verk eina spælskipan á besta liðnum, sum eldru ungdómsliðini eisini skulu spæla eftir. Á hendan hátt verður samvirkan frá besta liðnum og niðureftir. Hetta ger umskiftið frá ungdóms- til vaksnamannaspælara lættari. Eg havi nógvar royndir við ungum og útlendskum spælarum úr øllum heimspartum. Eg havi búð nógv ár uttanlands og tosi danskt, enskt og týskt. Mær dámar væl náttúruna og vil gjarna búgva nærhendis henni, sigur nýggi venjarin hjá AB

 

Sum venjari hevur 56 ára gamli danin nógvar royndir. Frá 2002-2009 var hann hjálparvenjari hjá AC Horsens í bæði Superliguni og 1. división. Harumframt hevur hann verið høvuðsvenjari í 2. división og Danmarksseriuni. Eisini hevur hann verið ungdómsvenjari, bæði hjá gentum og dreingjum, sum hava verið millum U17-U23 aldur ymsastaðni í Danmark.

 

- Eg virðismeti opinleika, sannføri og samstarv um viðurskiftini. Vit skulu standa saman fyri at skapa framgongd fyri felagið, spælararnar, tey sjálvbodnu, spælararnar og meg sjálvan, sigur Henrik Larsen at enda.

 

AB boðar eisini frá, at sum høvuðsvenjari verður hansara uppgáva í ár at tryggja sessin í Betrideildini. Hóast ein ógvuliga keðiligan enda á fyrru kappingarhálvu, so fer AB í summarfrí sum nummar seks í Betri deildini.

 

Mynd: (AB/Facebook)