Seinnapartin klokkan 15.30 byrjar sera týðandi dysturin í uppflytingarstríðnum í 1. deild millum AB og TB inni í Vika á Argjum.
AB er nummar fýra í deildini við 34 stigum. AB hevur trý stig upp til triðja plássið, ið gevur beinleiðis uppflyting aftaná lokið kappingarár. TB er nummar seks í deildini við 29 stigum, og tapa teir fyri AB í dag sær ógvuliga svart út við uppflytingarmøguleikanum.
Liðini hava leikt tveir dystir á vøllinum við Stórá í Trongisvági fyrr í ár. 30. mars vann AB 2-1 á TB, og 23. juni vann TB 3-1 á AB.
AB hevur eina lítla favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á heimasigur til AB liggja millum 1,97 og 2,03.
Oddsini upp á javnleik, ið hvørki liðið kann brúka til nógv liggja millum 3,40 og 3,61.
Oddsini upp á útisigur til TB liggja millum 3,25 og 3,45.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##