AB hevur fingið nýggjan málverja

Málverjin hjá EB/Streymi flytur suður til Argir, har hann áður hevur spælt við AB

AB hevur skrivað undir sáttmála við nýggjan málverja. Tað er Rói Zachariasen, sum nú fer at verja málið hjá AB, sum næsta ár fer at spæla í bestu deildini.

 

23 ára gamli Rói Zachariasen hevur fimm tey seinastu árini vart málið hjá EB/Streymi. Í ár var hann málverji í 25 av teimum 27 landskappingardystunum.

 

Fýra ymiskir málverjar vardu málið hjá AB í næstbestu deildini í 2021.

 

Danski Anders Nagel var málverji í 10 dystum, Pedro Moreno úr Spania var málverji í átta dystum, veteranurin Heðin Stenberg var málverji í fimm dystum og Milos Budakovic úr Serbia var málverji í fimm dystum.

 

Nú letur tað til, at tað verður Rói Zachariasen, sum fyri EB/Streym hevur spælt 104 dystir í bestu landskappingini, fer at vera AB málverji. Sambært faroesoccer.com hevur Rói Zachariasen einaferð áður verið málverji hjá AB í bestu deildini. Tað var 19. oktober í 2014, tá ið AB tapti 5-1 í Klaksvík, og Rói Zachariasen, sum tá var 16 ár og eina viku gamal, vardi AB málið.