AB hevur leigað 18 ára gamla Dánjal Reginsson úr HB fyri restina av kappingarárinum. Dánjal Reginsson hevur fingið sínar fyrstu minuttir í Betri deildini fyri HB í ár, men hann hevur fyri tað mesta spælt við næstbesta liðnum, sum spælir í 1. deild.
Dánjal Reginsson byrjaði inni, tá AB sunnukvøldið tapti 3-2. Hann spældi á høgra vongbakki og spældi allan dystin. AB hevur eisini 26 ára gamla belgiska miðvallarin, Hannes Daboes, til royndarvenjing. Hann er ein verjukendur miðvallari, sum hevur sína styrki í avspælinum.
##med2##
Eli S. Christiansson hevur eisini verið á vøllinum seinastu tveir dystirnar. Hann er heima í summarferiu. Eli spældi í fjør við AB, men flutti niður eftir summarsteðgin. AB hevur bara fingið fýra stig og liggur á næstaftasta plássi.
##ms##