AB hevur mist lyklaspælara

NSÍ hevur tveir lyklaspælarar tøkar aftur, sum hava verið leikbannaðir

AB fær seinnapartin vitjan av NSÍ.

Tríggjar tær seinastu ferðirnar er AB farið av vøllinum við úrtøku. Tað er ein nýggj støða hjá Sorin Anghel og hansara monnum. Í fimtan teimum fyrstu umførunum eydnaðist tað AB bara tvær ferðir at vinna úrtøku.

Ein av teimum, sum hevur verið sjónskur í góðu gongdini hjá argjamonnum hesar seinastu vikurnar,  er 21 ára gamli miðvallarin Eli S. Christiansson, sum hevur verið við í øllum átjan landskappingardystunum. Hann verður ikki við í dag, og tað er ivasamt, um hann yvirhøvur verður við aftur í ár. Undir øllum umstøðum fer hann ikki at eiga tann leiklut, sum hann higartil hevur havt, tí hann er farin av landinum í lestrarørindum.

Jobin Drangastein er skaddur, og tað er ivasamt, um Rógvi Poulsen verður førur fyri at spæla ídag.

Stóran part av kappingarárinum hevur Heðin Stenberg, málverjin, verið skaddur. Hann er tøkur aftur og skal kappast við Tobias Larsen um plássið millum stólparnar. 25 ára gamli Tobias Larsen hevur vart málið tríggjar tær seinastu ferðirnar, tá ið tað hevur gingið væl hjá AB.

Jákup Pauli Breckmann, sum hevur verið skaddur higartil í ár, er tøkur aftur, og tað er miðverjin Leivur Holm Joensen eisini.

Hjá NSÍ kemur tað væl við, at tveir av føstu monnunum eru tøkir aftur eftir leikbann. Talan er um framrættaða Petur Knudsen og vongverjan Bárður J. Hansen.

Pætur Hentze er framvegis skaddur.   

Um tað eydnast NSÍ at vinna fulla úrtøku á Argjum seinnapartin, so verður NSÍ topplið eftir 19. umfar.