Tað vendi øðrvísi inni í Vika á Argjum seinnapartin, enn støðutalvan legði upp til, at tað fór at gera.
AB vann 2-0 ímóti 07 Vestur, sum seinastu vikurnar hevur havt nógvan undanvind.
Í dag boðaði 07 Vestur frá, at venjarin Michael Schjønberg gevst í felagnum. Dysturin í dag var tann síðsti hjá honum sum venjari, og hetta var neyvan tað, sum venjarin og felagið høvdu ætlað og vónað, nú hann gevst í felagnum, sum hann síðani tíðliga í fjør hevur flutt fram á leið. Vónirnar og vánirnar hava sæð góðar út fyri at vinna fjórða plássið og atgongumerki næsta summar at kappast í Europa. Tapið á Argjum í dag er dyggur smeitur. Hetta var fyrsta 07 Vestur tapið síðani 21. mai, tá ið KÍ vann 3-0 í Sørvági.
Sigurin ber við sær, at AB vann fyri aðru ferð í ár, og at argjamenn nú ikki eru í so vónleysari støðu, sum teir hava verið higartil í ár. Tað eru tvey stig frá AB og 10. plássinum og fram til ÍF, sum er næstaftast, og tað eru fýra stig frá AB og fram til B68, sum er á áttanda plássi.
Tað gekk javnt á, og tað vóru møguleikar í báðum endum, men tað var málleyst, inntil tað restaðu stórir 10 minuttir.
Tá var tað Brian Jakobsen, sum eftir hornaspark legði heimaliðið á odda. Uppleggið átti miðvallarin Bjarni Skála, og tað var Bjarni Skála, sum við brotssparki staðfesti 2-0 heimasigurin. Hetta var triðja málið í ár hjá Brian Jakobsen, og hetta var fyrsta ferðin í ár, at Bjarni Skála var málskjútti í ár, og hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at Bjarni Skála skoraði í bestu deildini.