Alt bendir á, at AB fer at leiga Ára Arge, sum júst hevur gjørt sáttmála við HB. Nakað, sum bolt.fo eisini hevur skrivað. Hann hevur spælt í millum annað OB í Danmark, men er nú komin aftur til landið. Í eini roynd at fáa spælitíð verður hann útleigaður til AB.
Ári Arge hevur eisini spælt á føroyska U17- og U19-landliðnum. Hann er lámur og sum skilst, so er ætlanin, at hann skal kappast um plássið á vinstra bakki. Í løtuni er Ásbjørn Heðinsson umskúlaður til vinstra bakk, hann trívist nokk betri á høgra bakki.
AB hevur fyrr í ár leigað Dánjal Reginsson frá HB. AB spælir mánadagin klokkan 19 móti ÍF á Argjum.
##med2##
Betri deildin menn 13. umfar:
Mánadagin 27. juli
NSÍ-KÍ (18.30) Beinleiðis á FM1
Skála-EB/Streymur (19.00)
AB-ÍF (19.00) Beinleiðis á FM1
Týsdagin 28. juli
HB-TB (18.00) Beinleiðis á FM1
Mikudagin 29. juli
B36-Víkingur (16.00) Beinleiðis á FM1