Tað verður helst Geza Turi, sum kemur at standa í mál hjá argjamonnum, tá teir í annaðkvøld spæla móti HB í seinnu hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið. Tað váttar Sorin Anghel fyri In.fo í dag.
- Vit eru í samband við Víking og Geza Turi um at gera ein avtalu. Eg vænti tað verður Geza Turi, sum kemur at standa í mál hjá okkum. Tað er ein royndur málmaður, sum eg eisini kenni frá tíðini í Víkingi, sigur Sorin Anghel.
Geza Turi er í dag 44 ára gamal og er málmansvenjari hjá Víkingi. Hann gavst fyri tveimum árum síðani at spæla á besta liðnum, men hevur spælt onkrar dystir á næstbesta liðnum. Geza Turi hevur nógvir royndir sum spælari, tí hann hevur spælt í Sarpugerði frá 2006.
Heðin leikbann
Fyrsta val í málinum er liðskiparin í felagnum, Heðin Stenberg. Hann bleiv útvístur móti NSÍ í seinasta umfarinum í landskappingini. Reglurnar siga, at tú skal sita uttanfyri komandi dyst og tað er í steypakappingini.
Eykamálverji hjá AB er Áki Dahl, sum kom á vøllin í Runavík, tá Heðin Stenberg bleiv útvístur. Hann hevur drigist við skaða, men hevur í vikuni valt at gevast við fótbóltinum, so argjamenn nú ongan málverja hava.
Argjamenn skuldu annars leiga Andras Gango úr NSÍ, men hann meiðslaði sær fótin til arbeiðis í gjár og er tí ikki førur fyri at spæla. Málverjin hjá KÍ hevur eisini verið upp á tal, men her eru partarnir ikki blivnir samdir um sømdirnar.
Tí bendir alt á, at tað verður 44 ára gamli Geza Turi, ið skal verja málið hjá AB í annaðkvøld klokkan 18. Rás2 sigur frá dystinum.
Løgmanssteypið – Hálvfinalur:
Mikudagin 13. juni
Suðringar (2) – (4) B36 (15:00) Beinleiðis á Rás2
AB (0) – (2) HB (18.00) Beinleiðis á Rás2