Verjuleikarin úr Klaksvík, Jógvan Isaksen skifti undan kappingarárinum frá barndómsfelagnum KÍ til AB.
Í seinastu viku ljóðaði at AB og Jógvan Isaksen høvdu sagt sáttmálan upp og í dag skrivar Norðlýsið, at Jógvan Isaksen fer at leika við ÍF, tað sum eftir er av kappingarárinum.
Jógvan Isaksen leikti 9 dystir í Effo-deildini fyri AB.