AB luttekur í Scandinavian League

Argjamenn fyrireika seg til komandi kappingarár

AB vann sær í ár uppflyting til Betri deildina komandi kappingarár. Tað hava verið umskiftiligar tíðir á Argjum, og enn er ikki greitt hvør verður vernjari. Tó er fyrireikingarnar longu farnar í gongd.

 

- Komandi ár verður Argja Bóltfelag aftur í fremstu røð í Føroyum. Fyrireikingarnar eru langt síðani byrjaðar og nú kann kunngerast, at AB luttekur í nýggju Skandinavisku vetrarkappingini Scandinavian League, sum verður hildin mánaðarskiftið januar-februar 2022 í Alicante í Spania, boðar felagið frá.

 

Tað verða 12 lið úr Svøríki, Noregi, Danmark, Finnlandi, Íslandi og so Argja Bóltfelag úr Føroyum. Bólkurin, sum AB er í, telur eisini Ørebro úr Svøríki, Ilvas úr Finnlandi og Hobro úr Danmark.

 

- AB hevur eitt klárt mál um at vera verandi í bestu deildini eftir komandi kappingarár. Luttøkan í Scandinavian League er ein framúr møguleiki og ein liður í at hava best møguligar fyrireikingar undan kappingarbyrjan, verður sagt av Argjum.