AB: Málið er aftur at yvirliva

Tað eru nógvar broytingar á Argjum, men tað ein spennandi uppgáva heldur Rógvi Poulsen

Tað eru nógvar broytingar á Argjum. Nýggj nevnd er komin til og samstundis endaði samstarvið við venjaran, Sorin Anghel. Nýggjur venjari er Símun Samuelsen, sum skal standa á odda fyri liðnum saman við Tonny Brimsvík og Rógva Poulsen. Vekk eru spælarar sum Heri H. Mohr (HB), Eli S. Christiansson (Dk), Mikkjal Hentze (givin), Jobin Drangatsein (givin), Leivur H. Joensen (Dk) og Bárður Olsen (1. deild B36).

Størsti saknurin verður nokk í danska málverjanum, Tobias Larsen, og U21-landsliðsspælaranum Lukas Giessing, sum báðir komu til í summar. Teir vóru munurin í fleiri av dystunum, sum AB vann eftir summarsteðgin. Lukas Giessing hevur skift til danska AB Gladsaxe.

- Í tvey ár hava vit havt áleið sama hóp, og ment okkum sum eitt lið. Tað er týdningarmikið at fáa eitt lið at hangan saman. Tá tú fær tað, so kann alt henda. Eisini móti teimum stóru, sigur Rógvi N. Poulsen.

##med2## 

Tilgongdin telur ungu málverjarnar, Silas Eyðsteinsson og Bjarta V. Mørk og roynda áleyparan, Adeshina Lawal (Víkingur). Eisini er spanskt íslett við Pedro Taracon Anton, sum er komin úr B68, men hann kann ikki spæla á besta liðnum, tí hann tað eru avbjóðingar við loyvinum. Janus S. Samuelsen er komin úr Skála, men hevur ikki verið so nógv á vøllinum í venjingardystunum, meðan Dávid Langgaard, sum er komin úr ÍF, longu er givin.

- Sum ein av eldru spælarunum hevði tað kanska verið stuttligari, um vit høvdu eitt samanspælt lið, tí so kundu vit sett okkum hægri mál, men í ár eri eg partur av venjaratoyminum. Tá haldi eg eisini, at tað er spennnadi at fáa nakað nýtt at rigga, sigur Rógvi, sum tó ikki heldur at málið kann verða hægri enn at yvirliva.

 ##med3##

- Tað er trupult at siga annað í núverandi løtu. Síðani at fáa liðið samanspælt, so vit komandi ár kunnu spæla við einum liði, sum ikki er nógv broytt. Vit skulu byggja ein grund afturat, sigur argjamaðurin.

AB byrjar á heimavølli móti Víkingi. Dysturin byrjar klokkan 19 og verður beinleiðis á FM1 og In.fo.

Betri deildin menn 1. umfar:

Leygardagin 9. mai:

NSÍ-TB (15.00)

HB-EB/Streymur (15.00) Beinleiðis á FM1

Skála-ÍF (16.00)

KÍ-B36 (17.00) Beinleiðis á FM1

AB-Víkingur (19.00) Beinleiðis á FM1