Vlada Filipovic hevur bjargað brotssparki frá Allani Mørkøre Heimaliðið hevur havt fleiri málmøguleikar á Eiðinum í Vági, har VB/Sumba hevur vitjan av AB.
Støðan er framvegis 1-0 til VB/Sumba. Málið skoraði Dan Djurhuus við brotssparki. Fýra minuttir undan steðginum fekk AB brotsspark eftir langt innkast. Liðformaðurin Allan Mørkøre royndi seg úr ellivu metrum, men Vlada Filipovic bjargaði sera væl. Støðan er tískil framvegis 1-0 til VB/Sumba.