Myndin í oddinum hjá 1.deild monnum er tann sum hon hevur verið síðani kappingarbyrjan. AB og 07 Vestur liggja nakað væl frammanfyri tey næstu liðini, men fyri fyrstu ferð byrjar eitt lið av álvara at geva tekin um, at tað er sinnað at bjóða av.
Greiður sigur á Argjum
AB fekk vitjan av botnliðnum NSÍ. Tað gekk ein løta áðrenn veruligi munurin á liðnum kom til sjónar. Alex Mellemgaard legði AB á odda longu aftaná 12 minuttir, men NSÍ svaraði aftur við máli, sum Debes Danielsen skoraði. Stutt seinni gjørdi Viggo Johannesen sjálvmál og so var AB aftur á odda.
Stutt inn í seinna hálvleik legði Jobin Drangastein AB á odda 3-1, men NSÍ var framvegis við í dystinum og kom fram til fleiri møguleikar, men Thomas Juul Thomsen vardi fyri í AB málinum.
NSÍ punkteraði, tá sami Jobin Drangastein økti til 4-1 eitt stórt korter fyri tíð. Bjartur Kjærbo og innskifti Nicolaj Eriksen skoraðu hvørsítt afturat, so endaliga støðan gjørdist 6-1 til oddaliðið í 1. deild.
07 Vestur gjørdi sítt
07 Vestur og AB hava fylgst alla kappingina. Felagsliðið fekk leygardagin vitjan av B68, sum stríðist í botninum. Aftaná 25 minuttir kom 07 Vestur á odda. Jovan Panic royndi seg við frísparki, sum málmaðurin ikki megnaði at halda. Jákup S. Olsen var knappur og prikaði returin í mál.
07 Vestur helt fram at trýsta, men tað gav ikki úrslit fyrr enn ein góður tími var farin av dystinum. Tór-Ingar Akselsen royndi seg við skoti uttanfyri brotsteigin. Málmaðurin hjá B68 hevði ongan møguleika og so var 2-0.
Stutt fyri tíð sendi Tór-Ingar Akselsen bóltin innfyri til ein púra leysan Hørður H. Johansen, sum kundi stúta bóltin í málið til endaliga úrslitið, 3-0.
Góður Skála sigur
Hóast Skála er heili tíggju stig aftanfyri oddaliðið AB, so bendir nógv á at skálamenn hava fatur á rætta endanum. Teir hava ikki tap í tólv dystum og leygardagin vunnu teir á Sandi móti B71, sum enntá var á odda í hálvleikinum.
Bakari Bojang legði B71 á odda aftaná 14 minuttir, men átta minuttir seinni javnaði Erland Berg Danielsen fyri gestirnar. Stutt fyri hálvleik kom B71 aftur á odda. Hesa ferð var tað Thomas Hans Rubeksen, ið skoraði. Sostatt vóru skálamenn aftanfyri í hálvleikinum á útivølli móti B71.
Við einum frálíkum seinna hálvleiki eydnaðist tað tó Skála at halda fast um góðu gongdina. Fyrst javnaði Edvin Jacobsen. Síðani legði Brian Jacobsen Skála á odda, áðrenn Erland Berg Danielsen staðfesti sigurin.
HB á fjorða plássi
HB vann í Gundadali heili 4-0 á EB/Streymi. Eyðun H. Højgaard legði HB á odda aftaná 14 minuttir. Tað var eisini støðan í hálvleikinum. Tá dysturin var ein tíma gamal avgjørdi Pætur M. Dahl uppgerðina, tá hann økti til 2-0. Bara átta minuttir seinni gjørdi Rói av Fløtum tað til 3-0. Tróndur Jensen staðfesti sigurin sjey minuttir fyri tíð. HB hevur nú yvirhálað B71 og liggur á fjórða plássi.
KÍ dregur frá botninum
KÍ hevði vitjan av Víkingi. Longu aftaná tveir minuttir legði Eli Simonsen KÍ á odda 1-0. Og tað gekk skjótt fyri seg, tí longu fimm minuttir seinni javnaði Sverri Jacobsen fyri gestirnar. Heðin Klakstein legði KÍ á odda miðskeiðis í seinna hálvleiki.
Tólv minuttir fyri mundu tey flestu halda, at Teitur Fles hevði avgjørt dystin, tá hann økti til 3-1. Men fýra minuttir fyri tíð minkaði Magnus G. Dalbø um munin. Tríggjar minuttir seinni, í 89. minutti, staðfesti Teitur Fles so dystin, tá hann skoraði sítt seinna mál til 4-2, sum eisini gjørdist úrslitið. KÍ er nú fimm stig frá niðurflytingini.