AB vann í dag trivaligan 4-0 heimasigur ímóti teimum næstbestu hjá B36. AB hevur nú 49 stig, og tað restar lítið í, at uppflytingin verður staðfest. Tað eru átjan stig eftir at spæla um, og tað eru fjúrtan stig og væl betri málmunur aftur til teir næstbestu hjá Víkingi, sum skulu vinna seg framum AB, um uppflytingin ikki skal verða veruleiki.
Bjarki Nielsen skoraði tvey av AB málunum ídag. Samantalda máltalið hjá honum er nú fjúrtan ella eitt færri enn toppskjúttin Aksel B. Danielsen í KÍ.
B36 liðið hevur onkuntíð fyrr í ár verið betri mannað, enn tað var ídag. Men har vóru eitt nú Jákup á Borg og Jógvan Skeel Nolsøe, sum er komin fyri seg eftir drúgvan skaðasteðg.
Tapið í dag ber við sær, at B36 framvegis er undir strikuni. At bæði Suðringar og Giza Hoyvík vunnu fulla úrtøku hevur við sær, at tað nú eru fýra stig frá B36 og fram til Giza Hoyvík. Liðini hava avgreitt allar innanhýsis uppgerðirnar. Bæði liðini eiga ein dyst á ímóti ÍF.
Giza Hoyvík styrkti um sína støðu við søtum heimasigri ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ. Um eina lítla viku hittast Suðringar og Giza Hoyvík á Vágseiði. Møguligur vinnari av lyklauppgerðini fer at vera væl fyri í kappingini at sleppa undan niðurflyting.
Suðringar vunnu ídag 2-1 á heimavølli ímóti ÍF, sum er flutt niður. Suðringar hava vunnið sjey stig í trimum teimum seinastu umførunum.
Tað er framvegis upp til B68 sjálvt at gera av, um liðið skal flyta upp aftur í bestu deildina. Ófrættakent mundi tað kennast í dag at tapa 2-0 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá HB, sum nú eru heilt leysir av møguleikanum at flyta niður.
Hjá NSÍ og KÍ gongur tað meiri striltið. Tapið í Hoyvík í dag var annað tapið á rað hjá NSÍ. KÍ tapti 1-0 á heimavølli ímóti Víkingi. Næstsíðst vann KÍ 2-1 í Fuglafirði. Annars hava klaksvíkingar tapt fýra tær seinastu ferðirnar.
21. umfar
KÍ-Víkingur 0-1 (0-0)
0-1: Fannhard Skoradal 92.
B68-HB 0-2 (0-1)
0-1: Rói av Fløtum 6.
0-2: Rói av Fløtum 58.
Giza Hoyvík-NSÍ 4-3 (1-0)
1-0: Solomon Kwao 17.
2-0: Niklas Joensen 49.
2-1: Debes Danielsen 54.
2-2: Debes Danielsen 55.
2-3: Martin Joensen 58.
3-3: Tijani Mohammed 78.
4-3: Jósup Henriksen 92.
AB-B36 4-0 (1-0)
1-0: Rasmus Dan Sørensen 36.
2-0: Jónas Stenberg 64.
3-0: Bjarki Nielsen 73.
4-0: Bjarki Nielsen 76.
Suðringar-ÍF 2-1 (2-1)
0-1: Jákup Olsen 11.
1-1: Teitur Krosslá Mortensen 25.
2-1: Teitur Krosslá Mortensen 44.
Støðan eftir 21 umfør
AB 49
KÍ 39
B68 39
Víkingur 35
NSÍ 33
HB 29
Suðringar 26
Giza Hoyvík 25
B36 21
ÍF 0
22. umfar
Fríggjadagin 15. september
ÍF-Víkingur
NSÍ-AB
HB-KÍ
B36-B68
Suðringar-Giza Hoyvík