AB og FC Suðuroy býta um

FC Suðuroy sleppur at spæla heimadyst, tá VB fyllir 110 ár

 

Sambært kappingarskránni hjá FSF, so átti FC Suðuroy at vitja á Argjum fyrst í juni mánaði.

 

Grundlógardagurin er samstundis føðingardagurin hjá VB, og tí hava suðuroyingar spurt AB, um til ber at býta um heima- og útidyst.

 

Hesum hava argjamenn játtað, og tí verður spælt í Vági 5. juni. Dysturin í 24. umfari, tá AB upprunaliga skuldi vitjað í Vági, verður so spældur á Argjum ístaðin.