LØGMANSSTEYPIÐ
Enn er tað ikki greitt hvørji lið úr lægru deildunum skulu saman við teimum tíggju liðunum í 1. deild í bólkaspælið í kappingini um løgmanssteypið. Um vikuskiftið kom svarið eitt sindur nærri. Nú er tað greitt, at grannafeløgini í Leirvík og Fuglafirði ikki skulu brúka meiri tíð og orku uppá steypakappingina. Heldur skulu tey brúka tíðina uppá at fyrireika seg til landskappingina, sum tað verður farið undir fyrsta vikuskiftið í mai.
Neyvan kemur tað serliga illa við hjá teimum. Í fjør var ÍF við í bólkaspælinum, og teir stóðu seg hampuliga væl. Men tað gekk út yvir fyrstu umførini í landskappingini, tá teir so at siga fóru niður við nakkanum, áðrenn teir reistu seg aftur og vóru um reppið at kvalifisera seg til bestu deildina.
Men tað er einki at reypa av hjá ÍF, at teir sunnudagin í Runavík ? ov nógvur kavi á vøllinum í Fuglafirði hevði við sær, at dystrin mátti flytast ? taptu 2?1 ímóti AB, sum hevur nýggjan venjara. Hann eitur Sámal Erik Hentze. Hann hevur havt ábyrgdina av næstbesta liðnum hjá HB, umframt at hann hevur spælt í HB og eisini í B68, har hann var á besta liðnum.
Fótbóltsliga var tað einki at reypa av í Runavík. Spælararnir hava millum lítið og einki vant við bólti, og tað sást væl aftur á kavaleysa vøllinum. Alt sá út at ganga, sum tað frammanundan var roknað við, tá Heini Heinason miðskeiðis í 1. hálvleiki legði ÍF á odda. Men í 32. minutti javnaði Johnny Samuelsen, og átta minuttir fyri leiklok skoraði Flóvin Jespersen sigursmálið fyri AB. ÍF málverjin tók bóltin, tá ein av hansara egnu legði aftur. Dómarin dømdi óbeinleiðisfríspark í brotsteiginum, og so var mál.
Bara heimamenn
Undanfarnu árini hevur B71 havt nógv fremmant fólk á liðnum. Í ár hava teir fingið tveir nýggjar pólverjar at koma henda vegin. Hvør dugur er í teimum bar ikki til at siga nakað um, tá B71 leygardagin tók ímóti LÍF. Spæliloyvini vóru ikki komin upp á pláss.
Talan var um eitt sandoyarlið burturav. Valdemar Nowisci var sjúkur. Tí vardi bara 16 ára gamli Jógvan Olsen B71 málið, og á liðnum vóru saman við fleiri veteranum fýra spælarar, sum í fjør høvdu dreingjaliðsaldur.
B71 vann 3?2, og ein av ungu monnunum skoraði tvey mál. Tað var Tummas Pauli Olsen, sum undanfarin ár onkra ferðina hevur verið á yngru landsliðunum.
LÍF, sum hevði Karstin Joensen í málinum, var aftanfyri 3?0, áðrenn teir fingu hol á. Tá teir minkaðu um munin til 3?2, var eingin tíð eftir. Karstin Joensen hevur áður spælt við KÍ. Hann er kendur frá yngru landsliðunum.
Útseta kanska
B71 skal á útivølli spæla um pláss í bólkaspælinum ímóti Sumba. AB skal spæla ímóti FS Vágum. Sambært skránni skuldi fyrsta umfarið í bólkaspælinum verið á skránni komandi vikuskifti. Fyrrapartin í gjár var ikki greitt, nær dystirnir í Vágum og í Sumba verða spældir. Tað hevur verið tosað um, at AB skal vestur í Vágar hóskvøldið.
At fáa dystin í Sumba frá hondini mitt í viku man ikki vera sum at siga tað. Tí hevur møguleikin verið nevndur, at hesir báðir dystirnir skulu spælast komandi vikuskifti, og at tað ikki verður spælt í bólkaumfarinum fyrrenn annað vikuskifti.
Tá skráin fyri bólkaumfarið varð løgd, var ein dystardagur lagdur av til landsdyst ímóti Íslandi, áðrenn fyrsta umfarið í landskappingini skal spælast. Eftir at Føroyar og Ísland eru komin í sama bólk í EM undankappingini, er landsdysturin avlýstur. Tað vil siga, at tað er rúm fyri at útseta bólkaspælið eina viku. Feløgini hava neyvan nakað ímóti at útseta. Kavin hevur havt við sær, at tað ikki hevur verið møguleiki fyri at venja so nógv við bólti, sum tað hevði verið ynskiligt.
ÍF?AB 1?2 (1?1)
1?0: Heini Heinason 26.
1?1: Johnny Samuelsen 32.
1?2: Flóvin Jespersen 82.
B71?LÍF 3?2 (2?0)
1?0: Tummas Pauli Olsen 21.
2?0: Jónsvein Thomsen 42.
3?0: Tummas Pauli Olsen 53.
3?1: Kristian í Vági 70.
3?2: Tomek Rezel 90.