AB skipar fyri rimmardansi leygarkvøldið

Norska dansiorkestrið ?Lasse Johansens Orkester? verður høvuðsnavnið Argja Bóltfelag skipar ryri rimmardansi leygarkvøldið. Høvuðsnavnið verður norska dansibandsorkestrið, sum nevnist ?Lasse Johansens Orkester?. Vælkenda lokala orkestrið, ?Twilight? fara eisini á pallin leygarkvøldið. Orkestrið hjá Lasse Johansen eru væl kendir menn í norska dansiumhvørvinum, og spæla teir sangir á bæði norskum, enskum og svenskum. Teir hava gjørt serliga vart við seg seinastu tíðina, við sínum tulkingum av sangunum hjá Sven Ingvars, sum mong í Føroyum dáma væl. Norska orkestrið gleðir seg til at vitja Føroyar á fyrsta sinni, og teir síggja fram til at skula framføra frammanfyri einari dansiglaðari fjøld í ítróttarhøllini á Hálsi. Dyrnar lata upp kl. 22. Atgongumerki fáast fyri 250 kr. á Shellstøðunum við Streymin og í Trongisvági, og somuleiðis á Statoilstøðunum á Argjum, í Gundadali, Klaksvík og í Sørvági.