Hørður H. Askham og liðfelagarnir í AB fáa tað torført við at røkka hálvfinalunum í donsku steypakappingini.
Fyrra hálvfinalan móti FC Nordsjællandi var leikt á Right to Dream Park leikvøllinum í Farum í kvøld, og hon endaði við greiðum 3-0 sigri til FC Nordsjælland.
AB megnaði at halda málið reint í fyrra hálvleiki, har m.a. Hørður á einum sinni bjargaði á málstrikuni. AB megnaði eisini at hótta málið hjá FC Nordsjællandi, men í seinna hálvleiki gjørdist munurin ov stórur, og megnaði FC Nordsjælland at skora tríggjar ferðir.
Liðini spæla seinnu fjórðingsfinaluna á sama leikvølli komandi leygardag.
Fasti heimavøllurin hjá AB í Gladsaxe er stongdur fyri veturin, so AB hevur ikki annan møguleika enn at spæla seinnu hálvfinaluna á útivølli aftur.
Undur eru hend í steypakappingum áður, men tað hevði verið aldarinnar sensasjón um AB úr triðbestu deildini megnaði at venda hesum móti superligaliðnum, FC Nordsjællandi og vann seg í hálvfinalurnar.