AB tapti í Gundadali

AB er framvegis oddalið, men argjamenn hava ikki longur fult stigatal. Í gjár var oddaliðið í Gundadali, har væl mannað HB lið vann 1-0. Høgni Midjord skoraði sigursmálið longu í 8. Minutti.

07 Vestur var í Klaksvík, og tað sá leingi út til, at heimaliðið skuldi vinna. Miðskeiðis í 2. hálvleiki økti KÍ um leiðsluna, sum klaksvíkingar høvdu vunnið sær heil tíðliga. Men 07 Vestur svaraði dyggiliga aftur við síðsta stóra korterið at skora fimm mál.

Skála snávaði á Svangaskarði, har heimaliðið javnaði til 1-1 í síðsta minutti. Sandoyingar tykjast vera komnir fyri seg. Hóskvøldið endaði tað 1-1 í Gundadali ímóti HB, og í gjár vunnu teir 2-1 í Leirvík ímóti Víkingi.

Illa sperda NSÍ var um reppið at vinna úrtøku við Margáir, har Arnar Dam skoraði bæði málini hjá heimaliðnum í 2-1 sigrinum. Sigursmálið varð skorað í síðsta minutti, tá ið EB/Streymur orsaka av útvísing var undirmannað.

Úrslitini hesa ferð bera við sær, at nú er KÍ á niðurflytingarplássi, men tað er tætt, tí tað er bara eitt stig frá 9. og fram á 6. plássið.

 

HB-AB 1-0 (0-0)

1-0: Høgni Midjord 8.

 

Víkingur-B71 1-2 (0-1)

0-1: Tórður Hentze 8.

0-2: Finn Erik Thomsen 73.

1-2: Martin Olsen 90.+3.

 

EB/Streymur-NSÍ 2-1 (0-1)

0-1: Magnus Pauli Sørensen 42.

1-1: Arnar Dam 59.

2-1: Arnar Dam 90.

Reytt kort: Halluur Fláaberg, EB/Streymur, 81. (2 gul)

 

B68-Skála 1-1 (0-1)

0-1: sjálvmál 34.

1-1: Ramon Højgaard 90.

 

KÍ-07 Vestur 2-5 (1-0)

1-0: sjálvmál 9.

2-0: Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 65.

2-1: Andrias Eriksen 73.

2-2: Holgar Durhuus 78.

2-3: Tór-Ingar Akselsen 79.

2-4: Rógvi E. Nielsen 88.

2-5: Tór-Ingar Akselsen 90.+2.

 

Støðan

AB 27

07 Vestur 25

Víkingur 16

Skála 14

B71 14

HB 11

B68 11

EB/Streymur 11

KÍ 10

NSÍ 3