AB hevði seinnapartin møguleika at taka seg uppaftur nærri uppflytingini, tá ið argjamenn vóru við Margáir, har teir næstbestu hjá EB/Streymi eiga heimavøll.
Meðan dagsskráin hjá AB er at endurvinna plássið í bestu deildini, sum AB misti fyri einum ári síðani, so er dagsskráin hjá næstbesta EB/Streyma liðnum at halda tørn um plássið í næstbestu deildini.
Úrslitið við Margáir í dag var 1-1 eftir málleysan javnleik.
Sverri Mariusarson legði heimaliðið framum 1-0, tá ið eitt lítið korter var farið av seinna hálvleiki. Uppleggið átti Jóhann Hansson Joensen, sum í summar flutti úr B36 og til EB/Streym. 17 ára gamli Sverri Mariusarson hevur verið drúgvur á næstbesta liðnum hjá EB/Streymi í ár. Málið í dag var tað fyrsta, sum hann hevur skorað í næstbestu deildini.
Fimm minuttir eftir, at EB/Streymur legði seg á odda, svaraði AB aftur. Málskjútti var Símin Hansen. Hetta var 13. málið hjá 38 ára gamla Símini Hansen í ár.
AB hevur 39 stig og er sjey stig aftanfyri oddaliðið Skála.
EB/Streymur hevur 25 stig, ið er eitt stig færri, enn B36 hevur. EB/Streymur er næstniðast, og B36 er á áttanda plássi. Týsdagin bresta B36 og EB/Streymur saman í Gundadali.
Víkingur – Skála 1-0 (1-0)
1-0: Páll Eirikur Djurhuus 7.
EB/Streymur – AB 1-1 (0-0)
1-0: Sverri Mariusarson 58.
1-1: Símin Hansen 63.
HB – NSÍ 6-2 (4-0)
1-0: Gilli Róason 11.
2-0: sjálvmál 19.
3-0: Lukas G. Giessing 22.
4-0: Lukas G. Giessing 28.
5-0: Áki D. Samuelsen 53.
6-0: Rani W. Sørensen 69.
6-1: Jørgen Nielsen 73.
6-2: Hans Marius Davidsen 88.
B71 – KÍ 1-1 (1-0)
1-0: Jonas Werner 32.
1-1: Óli Eyðsteinsson Poulsen 65.
FC Suðuroy – B36 1-1 (0-1)
0-1: Hugin Samuelsen 39.
1-1: Reidar Dahl Joensen 77.
Skála | 24 | 15 | 1 | 8 | 53 | 28 | 46 |
AB | 24 | 11 | 6 | 7 | 45 | 34 | 39 |
Víkingur | 24 | 11 | 4 | 9 | 57 | 41 | 37 |
B71 | 23 | 11 | 4 | 8 | 49 | 41 | 37 |
NSÍ | 24 | 11 | 4 | 9 | 52 | 53 | 37 |
HB | 24 | 10 | 2 | 12 | 42 | 52 | 32 |
KÍ | 24 | 8 | 6 | 10 | 36 | 42 | 30 |
B36 | 23 | 7 | 5 | 11 | 36 | 50 | 26 |
EB/Streymur | 23 | 7 | 4 | 12 | 38 | 53 | 25 |
FC Suðuroy | 23 | 5 | 8 | 10 | 34 | 48 | 23 |
Týsdagin 28. september
B36 – EB/Streymur
Sunnudagin 10. oktober
FC Suðuroy – B71
Leygardagin 16. oktober
Skála – KÍ
B36 - AB
B71 - NSÍ
FC Suðuroy – Víkingur
Mánadagin 17. oktober
HB – EB/Streymur