AB vann alt

Argjagentur fingu bæði í posa og sekk hjá gentum 14-17 ár. Tær vunnu bæði steypakapping og landskapping, og tær lótu lítlan iva verða um, at tær vóru sterkasta gentuliðið í ár

AB gjørdi bart hjá gentum 14-17 og vann alt, sum var at vinna. Tað var tó í harðari kapping við NSÍ og Skála, at føroyameistaraheitið kom í hús. Venjarin hjá AB, Lennart Petersen sigur, at tað var stuttligt at vinna greipuna, men at tað til tíðir leikaði hart á hjá ungu AB-gentunum.
 - Landskappingin var jøvn, og tað var alla tíðina hørð kapping millum okkum, NSÍ og Skála. At enda haldi eg, at vit vunnu nokk so trygt, men dystirnir móti NSÍ og Skála vóru altíð javnir og spennandi, og teir gjørdu kappingini harða fyri okkara gentur.
Hann sigur víðari, at genturnar hava vant hart, og nógvar av teimum hava eisini vant við besta liðnum, sum júst hevur fingið eitt triðja pláss í bestu deildini, og hetta heldur hann vera eina av orsøkunum til, at AB hevur fingið so gott úrslit.
 - Gentur 14-17 hava vant tríggjar ferðir um vikuna, og uppmøtingin hevur verið sera góð. Harafturat eru fleiri av gentunum, sum mynda 1.deildarhópin hjá kvinnuliðnum, og hetta hevur ment tær.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Merkisverd steypakapping
AB lat sær tó ikki bert noyða við at vinna landskappingina. Í steypakappingini skuldu tær møta Skála, sum var ein av argastu kappingarneytunum í landskappingini. Hesin dysturin bleiv tó av ongum, tí at Skála fekk ikki mannað liðið til dystin, og tískil vann AB steypakappingina, uttan somikið sum at fáa sveittan á pannuna.
AB gjørdist sostatt greipuvinnari hjá gentum 14-17 ár, og venjarin heldur, at hetta liðið hevur eina sera góða framtíð.
 - Fleiri av hesum ungu leikarum hava verið við á besta kvinnuliðnum, sum fekk eitt triðja pláss í landskappingini, so tað er einki ivamál, at kvinnufótbólturin á Argjum hevur eina góða framtíð. Um hesir leikarar halda áfram, so kann AB ivaleyst koma longur upp í framtíðini.
 
 

<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$