AB vann í Leirvík

Uppflytararnir til Formuladeildina, AB, spældu leygardagin venjingardyst ímóti LÍF í Leirvík. LÍF legði seg á odda 1-0, men síðani var tað AB, sum skoraði tvey mál. Fyrst gjørdi ein LÍF-spælari sjálvmál, og so var tað Jón Nielsen, ið skoraði sigursmálið fyri AB. Sunnudagin spældi LÍF ímóti NSÍ í Runavík, og tá vann LÍF 2-0 ímóti einum NSÍ-liði, sum var mannað við nógvum ungum spælarum.