AB-venjarin: EB/Streymur tapti við vilja

Sámal Erik Hentze legði ikki fingararnar ímillum, tá TB skoraði til 11-0 móti EB/Streymi í 97. minutti við brotssparki. Júst 11. málið var tað avgerandi málið sum gjørdi, at TB flytir upp í Vodafonedeildinga saman við FC Suðuroy.

 

– Har er okkurt ravrusakandi galið í Sundalagnum. Tað ber ikki til at tapa 11-0. Hatta er ikki fairplay, og síðsta orðið er ikki sagt, segði Sámal Erik Hentze við útvarpið hjá Kringvarpinum.

 

Formaðurin í AB var eins bersøgin:

 

– Hatta var sera ósportligt av EB/Streymi at tapa 11-0 í síðsta og avgerandi dystinum, segði Andrass Drangastein, formaður í AB, sum ikki duldi fyri, at hann var sera skuffaður.

 

Dystinum á Argjum millum AB og FC Hoyvík endaði 6-1 til AB.