Hjá einum minni fótbóltsfelagi hjá AB hevur hvønn vunnin króna stóran týdning. Tað kostaði felagnum dýrt, at KVF stroymaði dystin ímillum AB og KÍ.
Bláa Bylgjan hevði boðað frá 1.000 áskoðarum, sum fóru at ferðast úr Klaksvík til Argir at síggja dystin millum AB og KÍ, men stroymingin av dystinum á KVF gjørdi, at fleiri KÍ-fjepparar sótu heima í Klaksvík og hugdu, og tað kostaði AB nógvar kærkomnar áskoðararainntøkur.
Formaðurin í AB, Martin B. Dalsgarð er ikki prinsipielt ímóti, at dystir verða stroymaðir, men tað mugu verða skipaðar mannagongdir, og feløgini mugu fáa eitt gjald fyri stroymingarnar.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Martin B. Dalsgarð, sum sæst til høgru á myndini.