AB hevur støðugt savnað nógv stig saman, og nú ætla argjamenn sær at fanga onkran av heiðursmerkjakandidatunum aftur. Tað hava teir eisini møguleika til í dag, tá EB/Streymur vitjar.
AB hevur ikki tapt seinastu átta dystirnar, og teir seta nøsina upp móti trimum stigum aftur í dag.
Tað ger EB/Sreymur tó eisini. Meistararnir eru í løtuni teir einastu, sum á pappírinum kunnu hótta HB. Til tað, so krevst tó, at EB/Streymur vinnur dystin í dag.