Hóast tvey leikumfør eru eftir av Effodeildini 2015, so er longu greitt, at venjarin hjá AB, Sámal Erik Hentze, verður venjari hjá Víkingi í komandi kappingarári.
Hetta merkir so, at AB, sum allar helst verður aftur at síggja í landsins bestu fótbóltsdeild í 2016, skal finna nýggjan venjara. Í Ítróttarsosialinum, sum kom í sølubúðirnar mánadagin, vísti ítróttarstjórin hjá AB, Thomas Juul Thomsen, á, at nevndin í felagnum vónaði, at Sámal Erik Hentze aftur fór at starvast sum venjari hjá Argja Bóltfelagi í 2016.
- Sjálvandi høvdu vit viljað, at Sámal Erik helt fram hjá okkum, men hann hevur avgjørt at verða venjari hjá Víkingi, og tað virða vit. At skiftið hjá honum bleiv kunngjørt, áðrenn vit eru 100% tryggir í Effodeildini, var tó kanska eitt sindur óheppið. Tó ivist eg onga løtu í, at bæði Sámal Erik og Sorin (Sorin Anghel, hjálparvenjari hjá Sámali Erik) saman við leikarunum fara at gera alt, sum teir eru mentir, fyri at røkka okkara máli um at yvirliva í Effodeildini.
AB er tó byrjað at leita eftir nýggjum manni til venjarasessin. Felagið hevur ársveitslu 3. oktober. Ofta er vanligt, at nýggir venjarar verða kunngjørdir á ársveitslu felagsins, men hetta torir Thomas Juul Thomsen ikki at lova.
- Vit eru byrjaðir at leita eftir nýggjum venjara, og vit hava tosað við onkran. Vit leita bæði í Føroyum og uttanlands. Eg vil tó ikki lova, at vit kunngera nýggjan venjara á okkara ársveitslu, tí tað er sera týdningarmikið fyri okkum, at vit finna júst rætta mannin, sum kann fáa mest møguligt burturúr hópinum hjá okkum. Um tað verður áðrenn ella aftaná ársveitsluna er trupult at siga, segði Thomas Juul Thomsen at enda í samrøðu við Sosialin frá mánadegnum.