Seinnapartin fara B36 og AB at hittast í landskappingini í bestu deildini fyri 22. ferð. Tølini siga, at AB vinnur fulla úrtøku umleið fimtu hvørja ferð, og at meiri enn aðru hvørja ferð endar við B36 sigri.
Tríggjar grannauppgerðir millum B36 og AB hava verið hvørt av hesum árunum – 2007, 2009, 2010, 2013, 2014, 2015 og 2016. B36 hevur vunnið tólv ferðir, AB hevur vunnið fýra ferðir, og fimm ferðir er tað endað javnt.
Tólv ferðir hava dystirnir verið í Gundadali, og B36 hevur vunnið sjey ferðir. Í fyrraárið vóru tveir dystir í Gundadali, og B36 vann báðu ferðirnar 2-1. AB hevur bara vunnið einaferð ímóti B36 í Gundadali. Tað var fimtanda august í 2009 ella fyri skjótt níggju árum síðani, tá ið argjamenn fóru út aftur við 2-0 sigri.
Sunnudagin kendist tað vera stórur lættir hjá argjamonnum, tá ið teir fóru norður úr Suðuroy við 1-0 sigri.
-Endiliga kendist tað sum um, at vit fingu løn fyri góðan hugburð og gott spæl. Vit eru sera spentir at fara í Gundadali seinnapartin, og vit halda okkum hava møguleika at vinna stig ímóti B36. Í hvussu so er fara vit heim um ánna við styrktum sjálvsáliti, sigur veteranurin í AB málinum Heðin Stenberg.
Hjá AB eru Hørður Tórsson og Jákup Pauli Breckmann ikki tøkir. Tað er ivasamt, um tríggir spælarar verða førir fyri at spæla í dag, tí teir eru skaðadarvaðir – Bjarni Skála, Absalon Eliasen og Filip í Liða.
Fyri einari viku síðani gjørdi B36 skjótt av í Sørvági, har tað longu í fyrra hálvleiki var 3-0, sum eisini var úrslitið.
-Vit vóna, at tað fer at eydnast at mynda sama spælið sum í Sørvági og aftur at mynda málmøguleikar. Ímóti 07 Vestur myndaðu vit nógvar møguleikar, og vit vunnu úrtøku úr trimum. Vit fara at leypa á, og um tað eydnast at fáa mál hampuliga skjótt, so verður tað meiri eftir okkara fyritreytum, tí tað má roknast sannlíkt, at AB fer at leggja dent á at verja tað, sum teir koma í Gundadali við, heldur Meinhard E. Olsen, sum við fimm málum er toppskjútti hjá B36.
Hjá B36 kemur tað illa við, at Eli Falkvard Nielsen, Jónas þór Næs og Christian R. Mouritsen ikki eru førir fyri at spæla ídag. Tað er ivasamt, um Robert Heðin Brockie er tøkur. Hann er darvaður av skaða í lærinum.