ABBA: Kanska kemur nýtt tilfar út í ár

Best kendi tónleikabólkur úr Svøríki nakrantíð, ABBA, hevur eftir 35 ára steðg, innspælt tveir nýggjar sangir.

Longu í 2018 kunngjørdu limirnir í ABBA, at tvey nýggj løg vóru innspæld, og at hetta var í samband við eina komandi ABBA-avatar ferð, har bólkurin fór á ferð sum sonevnd hologram. Tað merkir, at veruligu limirnir ikki fara á pall.

Men hvørki ferðin ella sangirnir hava enn sæð dagsins ljós.

Í samrøðu við heimasíðuna ABBA Talk sigur Benny Andersson, tangentleikari og annar sangskrivarin í bólkinum, at hann vónar, at sangirnir koma út í september í ár.

Men hann leggur afturat, at hann ikki einsamallur eigur síðsta orðið í hesi søk.

Sambært ABBA Talk eita nýggju sangirnir I Still Have Faith in You og Don’t Shut Me Down, og møguliga er ein sangur afturat ávegis.