Abba kvøld í Stíggi

Mentanarvikan, sum er í Runavíkarøkinum, nú Faroexpo hevur seinasta dag í Runavík í dag, hevur nógv spennandi at bjóða í ár.

Í verkhúsinum Stíggi gleða tey seg eisini til serliga mentanarkvøldið, Trumfa. Har hava tey í longri tíð fyrireikað eitt sonevnt ABBA kvøld.

Tey fara nevniliga at vísa ABBA á stórskíggja, spæla ABBA-tónleik. Øll, sum starvast á Stíggi, eru eisini klødd í 70-ára stíli, meðan tiltakið er.

Á Stíggi hava tey eisini café-ina opna, og øll kunnu koma inn at keypa sær kaffi og okkurt gott afturvið.

Stíggjur hevur í fleiri ár aktivt luttikið í mentanarvikuni. Í ár verða tey eisini at hitta í mentanartjaldinum á Glyvrum, har tey í dag - mikudag 26. oktober - fara at selja hondgjørdar brúkslutir.

Øll í Stíggi eru til reiðar at taka væl ímóti vitjandi á mentanarvikuni, har handilin eisini er opin allar dagar frá 9-16.