Ein 68 ára gamal maður varð í Føroya Rætti í gjár dømdur í einum máli um blygdanarskemd móti abbadóttir sínari. Dómurin var 60 dagar treytað fongsulsrevsing í tvey ár, umframt at ákærdi skal rinda sakarmálskostnaðin. Harumframt skal Kriminalforsorgin taka støðu til, um maðurin skal í psykiatriska viðgerð.
Maðurin varð funnin sekur í at hava gjørt seg kynsliga inn á nú 15 ára gomlu abbadóttur sína gjøgnum fimm ár, frá tí, at gentan var 9 ára gomul. Hann varð dømdur fyri, í 40-50 førum, at hava følt uppá gentuna uttan á klæðunum, millum annað á bringuna, afturpartinum og í neðra, umframt at hava noytt hana at kyssa seg á munnin. Ákærin legði dent á, at hendingarnar eru farnar fram skipað og við jøvnum millumbilum gjøgnum fleiri ár. Eisini varð mett at tætta familjusambandið herðir umstøðurnar, tí børn eiga at kunna líta á abba sín.
Sambært ákæranum eru hendingarnar farnar fram heima hjá gentuni frá 2002-2007. Abbin ringdi frammanundan fyri at kanna um gentan var einsamøll, og tryggjaði hann sær, at tey vóru eina. Ofta fekk gentan tó stundir til at ringja eftir onkrari vinkonu, tí hann gjørdi onki, um nakar var hjá.
Filmurin slettaður
Málið kom fram, eftir at flokkurin hjá gentuni hevði havt sexualundirvísing við heilsusystrini á skúlanum. Har varð eisini nortið við spurningin um siðamisbrot. Gentan og tvær vinkonur hennara settu seg aftaná í samband við heilsusystrina, sum síðani fór víðari við málinum. Bæði heilsusysturin og vinkonurnar, harav onnur eisini er abbadóttir ákærda, vitnaðu í rættinum í gjár.
Genturnar greiddu millum annað frá, at tær høvdu roynt at fáa til vega prógv ímóti manninum. Einaferð krógvaðu vinkonurnar seg aftanfyri sofuni í stovuni heima hjá gentuni, har tær filmaðu brotsverkini við einari fartelefon. Men av onkrari orsøk vórðu upptøkurnar slettaðar av telefonini og kundu tískil ikki nýtast í rættarmálinum.
Vitjaðu abban
Abbin, sum er einkjumaður, noktaði seg sekan, og segði seg ikki skilja, hví genturnar komu við slíkum ákærum. Hann tóktist ikki hava stórt álit á gentunum. Tær komu av og á niðan til hansara í fríkorterinum at læna vesi, og hann visti, at tær høvdu verið inni hjá sær, tá ið hann var úti. Millum annað tí markørurin á telduskíggjanum var fluttur og at heimasíður við sexuellum tilfari lógu í bjálkanum á teldu hansara.
Ákæri og verji
Tað var fyrst og fremst vitnisfrágreiðingin hjá abbadóttrini, sum lá til grund fyri dóminum. Ákærin vísti á, at vitnisfrágreiðing hennara, sum varð latin fyri læstum hurðum, var somikið neyv, at bara ein sum hevði upplivað tað, kundi endurgeva tað. Ákærin kravdi 3-4 mánaðir fongsulsrevsing, ella í minsta lagi, at maðurin varð dømdur psykiatriska- og sexologiska viðgerð.
Verjin kravdi harafturímóti frídøming, og segði, at vitnisfrágreiðingin hjá gentuni kundi ikki brúkast sum avgerandi prógv. Eisini metti hann, at gentan átti at verið før fyri at sagt frá mótvegis abbanum, tí hon tóktist vera ein sterk genta. Eisini helt hann tað vera løgið, at videoupptøkurnar av hendingunum vóru slettaðar.
Dómurin
Dómarin tók støðið í grein 232 í revsilógini, sum umfatar blygdanarskemd. Hendan grein gevur í mesta lagi 4 ára fongsul. Maðurin varð dømdur 60 daga treytaða fongsulsrevsing í tvey ár. Tað merkir, at revsingin tekur við, um maðurin brýtur lógina komandi tvey árini. Eisini varð hann dømdur at rinda sakarmálskostnaðin á 8.500 kr. + mvg. Dómarin læt tað upp í hendurnar á Kriminalforsorgini at taka støðu til, um maðurin skal í psykiatriska viðgerð. Verjin og tann dømdi bóðu rættin um umhugsunartíð í mun til um málið skal kærast.