ABC – tað trygga?

Oddagrein:

Undir tí mangan harðliga orðaskifti, ið hevur leik­að á, hevur ofta verið víst á gomlu ABC sam­gonguna sum tað trygga, tað, sum tryggjaði polit­iskan stabilitet. Tað kann ikki noktast, at heilt fram móti endanum var valskeiðið eyð­kent av góðum stabiliteti og róligari politiskari gongd. Henda mynd verður líkasum styrkt við tí turbulentu full­veldissamgonguni í baksýni.

 

Hinvegin kemst ikki uttanum, at hesir sjey mán­­að­irnir við CHE samgonguni hava verið órógv­aðir av nógvum og djúpum ósemjum. Men hesar ósemjur hava meira verið innan­flokka enn sam­starvs­flokkanna millum. Her var so ein orsøkin til, at tað var trupult at stýra, ein onnur orsøkin tykist at hava verið trótandi álit millum lyklapersónar í samgonguleiðsluni. Spell, tí sum vit skrivaðu fyrr í vikuni, so var samgonguskjalið hjá CHE sam­gonguni eyðkent av nýhugsan á mongum økj­um og hetta var eitt stig til vinstru í føroyskum politikki. Men henda samgonga hevði eisini sínar andsagnir, eitt nú tóktist tað mongum løgið, at henda samgonga meira enn nøkur borgarlig sam­gonga tóktist at hava eina turkatrúgv upp á tær frælsu marknaðarkreftirnar. Tá ein hugsar um, at hesar frælsu marknaðarkreftir júst í sama skeiði hava verið við at renna heimin út í størstu búskaparkreppu síðan Wall Street skrædlið í 1929. Men kanska er ræðumyndin frá áttatiárunum so greflig, at eingin føroyskur politikari torir nevna hvørki planbúskap ella blandingsbúskap, hóast sjálvt USA í hesum døgum tekur til sterkar planbúskaparligar loysnir.

 

Men CHE slapp so ongantíð veruliga at standa sína politisku roynd og gamla ABC samgongan dagar fram. Spurningurin er, hvat vit kunnu vænta okkum av eini komandi ABC samgongu, hvørjar møgleikar hon hevur. Støðan er broytt síðan fyrru ABC samgongu. Lutfallið í styrki er broytt og tey borgarligu stemplini vera tí sjón­ligari. Javnaðarflokkurin fær hart hoyggj at draga, men flokkurin fær kanska síni fingra­merki á almanna­málini. Her er pensjónsreform­urin ovast á bredda.

 

Víst var ABC samgongan eyðkend av stabili­teti, men hvat var hon meira? Politiskur stabilitetur uttan politiskan dynamikk elvir til statisk sam­felagsviðurskifti. Verandi valskeið verður øðrvísi enn undanfarna skeið. Búskaparliga støðan í heiminum er grundleggjandi broytt, trygdarpolitiska støðan er broytt, og Føroyar eru ikki rættiliga við í altjóða samstarvinum, hóast altjóðagerðin gongur við fullari ferð. Alt hetta ger, at tann samgonga, ið nú tekur yvir, hevur avmarkað rásarúm. ABC má tó royna at sýna størri dynamikk, hugflog, broytingarvilja og atgerðarevni enn seinast. Hetta fer, við broyttu fortreytunum í huga, at seta sera stór krøv til politiska leiðslu. So er bert at vóna, at politisku leiðslurnar megna uppgávuna og at politisku baklondini, tinglimir, skilja álvaran, tí her verða hvørki ráð ella rúm fyri solospæli.