ABC veitir vón til eitt nýtt ættarlið

Felagsskapurin ABC barnahjálp fer nú undir sína fyrstu verkætlan, sum verður í afrikanska landinum Liberia. Í hesum sambandi verður skipað fyri trimum kunnandi fundum undir heitinum ?Nýggj vón til eitt nýtt ættarlið?.

Á fundunum fer Matthew Sakeuh úr Liberia at greiða frá støðuni í landinum, og um hvørjar avleiðingar 14 ára langa borgarakríggið hevur havt fyri børnini har.

Fleiri kendar sangrøddir ymsastaðni frá verða at hoyra á teimum kunnandi fundunum. Fyrsti fundurin verður í Kelduni í Skálafirði týskvøldið, og síðani verður hildið fram í Atlantis í Klaksvík mikukvøldið. Seinasti fundurin verður hóskvøldið á Hotel Hafina í Havn.

Eisini verður greitt frá ABC barnahjálp í Íslandi, sum varð stovnað í 1988. Felagsskapurin virkar í dag í fimm londum og hevur um 7000 næmingar í skipanini.

Allir fundirnir byrja klokkan 20.