ABC vil alt – og onki?

ABC-samgongan manglar at levera vøruna á teimum stóru og týðandi politikk-økjunum. Týðandi avgerðir, ið kunnu skapa samanhang, eru ikki tiknar enn, og tí er politiska kósin hjá hesi samgonguni ógreið? ?Nú nýggj tingseta er byrjað, kann status gerast yvir politikk og úrslit hjá ABC-samgonguni.

Niðurstøðan hjá undirritaða er, at ABC átti at havt rokkið fleiri málum enn teimum, ið rokkin eru.? ?Europapolitiskt, búskaparliga, fiskivinnupolitiskt, kommunalt, skúlapolitiskt – á teimum stóru politikk-økjunum – manglar ABC at levera vøruna! Hetta er stórt spell, tí í fleiri førum liggja loysnirnar beint fyri. Trupulleikin tykist vera, at týðandi avgerðir, sum skapa samanhang, eru ikki tiknar.? ?ABC manglar týðandi avgerðir?Røðan hjá Løgmanni ólavsøkudag málar tíverri eina ov bjarta mynd av samfelagnum, og politiska kósin í røðuni kundi tí verið sett øðrvísi.? ?Í stuttum ber løgmansrøðan í ár tekin um, at samgongan vil alt – men kortini vil hon onki. Hetta er ein grundleggjandi trupulleiki: Vit vilja alt, og vit vilja onki. Tí kemur heldur onki stórvegis úrslit.? ?Niðanfyri eru nøkur dømi:? ?·         Europapolitiskt vilja vit sleppa uppí hjá ES – og hjá EFTA!??·         Búskaparliga vilja vit bæði trýsta á speedaran – og á bremsuna!??·         Fiskivinnupolitiskt vilja vit hava UG fyri burðardygga veiðu – men vit halda fram við ovurveiðuni!??·         Kommunalpolitiskt vilja vit hava færri og sterkari kommunur – men vit tora ikki at leggja tær saman við lóg!??·         Skúlapolitiskt tosa vit um eitt vitanarsamfelag – men vit halda fram at senda ung fólk av landinum at lesa og læra alla aðrastaðni enn í Føroyum.?? ?Røðin av mótstríðandi ætlanum og gerðum er long, og tað kann ikki halda fram.? ?Ófokuseraður búskaparpakki?Hitt sonevnda Ólavsøkuuppskotið, sum í hesum døgum er til viðgerðar í Tinginum, er – við orðunum hjá Magna Laksáfoss, tingmanni og búskaparfrøðingi – uttan fokus. Uppskotið er óruddiligt og ymsu komponentarnir stríða ímóti hvørjum øðrum.? ?Fokussið í búskaparpakkanum átti helst at liggja á at fáa hjólini at mala. Hetta sama berjast aðrar av heimsins stjórnum fyri, og mær tykir, at hetta er eisini týðandi hjá okkum, nú arbeiðsloysið er farið at vaksa, og búskaparligu tølini vísa negativa gongd.? ?Tað er rættiliga øvugt, at vit í Føroyum – fyri uttan at knokkroyta pensjónistar – leggja eyka skattir á fólk. ? ?Og, sum um hetta ikki er nóg mikið, verður ein nýggj pensjónsskipan sjósett í ringastu kreppu síðani Wall Street á sinni. Hon eigur sjálvsagt at bíða, til búskaparligu tilstandirnir aftur kunnu sigast at vera normalir..? ?Vandamesta yvirtøka í Føroya søgu?Nú, vit nema við búskaparpolitikkin, er rætt, at vit í Føroyum minna hvønn annan á tað, sum ráðandi føroyskir politikarar høvdu í kvittanum fyri umleið einum ári síðani.? ?CHE-landsstýrið sat við valdinum eitt skifti í fjør og ætlaði í ramasta álvara at yvirtaka Fíggjareftirlitið, innskjótaratrygdina og alt fíggjarøkið, sum tað er.? ?Hugsa tær! Hvussu hevði skilið verið í Føroyum í dag, um Høgni Hoydal, Jóannes Eidesgaard og Karsten Hansen fingu sín vilja? Hvat hevði ein løgmaður skula fortalt í røðuni ólavsøkudag um standin í landinum?? ?Vi vissu kann sigast, at løgmansrøðan hevði havt sum yvirskrift, at føroysku bankarnir eru farnir av knóranum, og at føroyingar hava mist stóran part av uppsparingini. ? ?Um CHE hevði yvirtikið fíggjarøkið, høvdu okkara bankar ikki verið við í bankapakkunum hjá donsku stjórnini, ið m.a. tryggja alt innistandandi hjá føroyingum. ? ?Vit høvdu havt íslendskar tilstandir.? ?Ein ør ætlan?Við teirri vitan, vit í dag hava um fíggjarkreppuna og avleiðingarnar av henni, síggja vit nú veruliga, hvussu himmalrópandi ør ætlaða yvirtøkan var. ? ?Hetta skulu vit minnast til, nú vit skifta orð um at fremja búskaparlig tiltøk. Stabilitetur hevur alt at siga, og fíggjarkreppan vísir okkum meira enn nakað annað, at Ríkisfelagsskapurin ER garantur fyri búskaparligum stabiliteti í Føroyum. ? ?Tað ljóðar ófatiligt, men tað eru altso bert fáir mánaðir síðani, at føroyskir politikarar vóru klárir at offra búskaparliga stabilitetin í landinum. Tað má ikki sleppa at henda aftur!? ?Uttanlandspolitikkur í stríð við samgonguskjalið?Er búskaparpolitikkurin óruddiligur, so er uttanlandspolitikkurin ein fløkja.? ?Dulsmál er tað ikki, at landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum og embætisfólk hansara arbeiða beint ímóti tí, sum stendur í samgonguskjalinum um føroyskan Europapolitikk.? ?Skjalið leggur upp til, at samgongan fyrst skal meta um og finna skilabesta Europaleistin. Síðani skulu samráðingar verða.. ? ?Landsstýrismaðurin ger tó nakað heilt annað!? ?Áðrenn skilabesti leisturin er funnin, hevur landsstýrismaðurin tikið avgerð um, at Føroyar skulu upp í tann doyggjandi felagsskapin EFTA. Aftur og aftur trúttar hann, at “tað er EFTA-limaskap, vit fara eftir”.? ?Hetta er beinleiðis at undirgrava samgonguskjalið.? ?Stagneraður Europapolitikkur?Nú skuldi man hildið, at støðan í Europapolitikkinum illa fær verið verri, men tað er hon kortini!? ?Tí eftir at Ísland hevur søkt Europasamveldið um limaskap, hevur landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum verið úti og sagt, at íslendska umsóknin skal ikki broyta nakað sum helst hjá okkum. Vit skulu látast sum onki! ? ?Skil galskapin rætt: Meðan okkara størsti kappingarneyti fær fría atgongd til okkara høvuðsmarknað, og meðan okkara høvuðsvinna bløðir kappingarførið burtur, skulu vit bara standa og banka uppá hjá tí doyggjandi felagsskapinum.? ?Hetta er púra burturvið! ? ?Ongantíð hevur tað verið so krystal-klárt sum nú, at Føroyar mugu satsa uppá at koma sær inn um ES-garðin. Okkum nýtist ikki at gera ES-spurningin so fløktan. Í góðum samstarvi í Ríkisfelagsskapinum, og uttan at skala føroyskan sjálvsavgerðarrætt, ið fleiri eru so eym um, ber væl til hjá Føroyum at taka seg inn í Europasamveldið.? ?Tað snýr seg um at hava politiskan vilja, hegni og hugflog at finna ta góðu loysnina.? ?Sunnur sjálvkritikkur?Ongin veit betur enn eg sjálvur, at hesin boðskapurin er ópopulerur at koma við. ? ?Áðrenn grátikonurnar koma við sínum skuldsetingum um illoyalitet og svik, vil eg tó minna á, at vit skylda okkara veljarum at vera sjálvkritisk og erlig um okkara egna politikk. ? ?Bert á tann hátt hava vit álit í fólkinum og trúvirði millum manna.? ? ?