Men fyri Paulu Abdul endaðu sorgirnar ikki har. Í vikuskiftinum datt Paula Abdul, tá hon royndi at lata verða við at traðka á sín dovna og eitt sindur ov feita chihuahua hund, Tulip. Fallið var somikið óheppið, at Abdul breyt eina tá og nøsina umframt, at hon skurslaði armin og bringuna. Hundurin slapp tó óskalaður frá óhappinum. Nýggi assistenturin hjá Abdul, sigur at skaðarnir tó ikki eru so umfatandi, at Abdul noyðist at avlýsa upptøkurnar av American Idol.