– Eg umhugsi støðuna, men havi ikki tikið endaliga avgerð enn.
Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, nú vit spyrja hann, um hann stillar uppaftur til býráðsvalið 12. november.
Suðurstreymoyar Javnaðarfelag hevur lýst til 2. og møguliga 3. uppstillingarfund í kvøld. Tað merkir, at listin kanska verður liðugur í kvøld. Men tá tað stendur eitt sindur opið, um 3. og endaliga uppstillingarfundurin verður, so plagar tað at merkja, at 3. uppstillingarfundin ikki verður endaliga avgreiddur, og at tey síðstu nøvnini kunnu fáast á pláss seinni.
Elin Heðinsdóttir Joensen váttar fyri in.fo, at hon er spurd, um hon vil stilla upp fyri Javnaðarflokkin til býráðsvalið, og at hon hevur játtað.
– Eg vil siga tað soleiðis, at vit bæði umhugsa støðuna, tí vit stilla ikki bæði upp, sigur hon – tá vit spyrja, um tað kann hugsast, at bæði hon og pápin, Heðin Mortensen, stilla upp.
– Skal tað verða, so er tað nú, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen.
– Tá tú ert í mínum aldri, tú hevur havt børn, ommubørn og so víðari, so sært tú nøkur viðurskifti í samfelagnum, sum tú følir nakað fyri, so skal tað vera, so er tað nú, so eg taki av, um boð verða eftir mær, sigur hon.
Ábending um at Heðin ikki stillar upp til býráðsvalið Ábending um at Heðin ikki stillar upp til býráðsvalið
Meðan Heðin Mortensen umhugsar støðuna, so er greitt, at dóttir hansara, Elin H. Joensen hevur játtað at stilla upp fyri Javnaðarflokkin til býráðsvalið í Havn
Eirikur Lindenskov
19. august 2024 kl. 12:06
Mest lisið hesa vikuna
Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr
12. oktober kl. 00:01
Simme Musikkhús heldur fram
10. oktober kl. 11:24
Vembur og avroð slongd eftir Argjavegnum
11. oktober kl. 21:48
Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu
9 tímar síðan
Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði
3 tímar síðan
Sjúrður yrkir á Fólkatingi
9. oktober kl. 08:56
Fleiri tíðindi
Fótbóltur
VIDEO: Strømsgodset vann stórsigur í toppdystinum móti Kongsvinger
26 minuttir síðan
Tíðindi
Løgreglan ávarar: Haldið tykkum innandura í Hvalvík og Streymnesi
54 minuttir síðan
Hondbóltur
Liðið hjá Maritu vann stórsigur - liðið hjá Janu tapti greitt
1 tími síðan
Tíðindi
Video: Filmur av illveðrinum í dag
1 tími síðan
Hondbóltur
SMS: H71 vann ein knúsandi stórsigur á Kyndli
1 tími síðan
Tíðindi
USA hevur ikki framíhjárætt til grønlendsk ráevni
2 tímar síðan
Tíðindi
112 ára gomul setur met – men kennir seg ikki gamla
2 tímar síðan
Tíðindi
Fleiri sløg av krabbameini gerast vanligari hjá fólki undir 50 ár
3 tímar síðan
Tíðindi
Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði
3 tímar síðan
Lesarabrøv
Helsingforsavtalan og norðurlendska samstarvið mugu rúma okkum øllum
4 tímar síðan
Tíðindi
Handverkarafeløgini vrakaðu semingsuppskotið
4 tímar síðan
Fótbóltur
VIDEO: Koyr saman til fótbóltskappingar
4 tímar síðan