Ábøtur og dagføringar á Neshamri

Í Nes kommunu eru tey í holt við at fremja umvælingar og dagføringar á bátadráttin niðan fyri gomlu kirkjuna á Nesi.

 

Í fjør summar vórðu ávísar umvælingar gjørdar á Neshamri, sum er lítil atløga og bátadráttur beint niðan fyri gomlu kirkju á Nesi.

 

- Í fíggjarætlanini fyri 2022 er eisini peningur settur av, so ávísar dagføringar og umvælingar kunnu gerast aftur í ár.

 

Tað vita tey í Nes kommunu at siga í dag.

 

Lagt verður aftrat, at myndin oman fyri vísir arbeiðsmenn hjá kommununi, sum fyrr í vikuni vóru í ferð við at bøta um atkomuna til økið.