info
Ongi úrslit

Ábøtur til hjálparfólk og ófaklærd

Andrias Jacobsen, valevni fyri Sjálvstýri
4. desember 2022 kl. 15:46

Á ymisku ansingarstovnunum kring landið starvast hjálparfólk, ið virka undir truplum korum. Ein av trupuleikunum er setanarviðurskifti. Hjálparfólk verða ikki sett í fast starv og mugu ta ótryggu og eyðmjúku gongd at søkja sama starv ár eftir ár. Hetta er deils óvirðiligt og deils ótrygt. Ein og hvør, ið hevur biðið um lán frá einum banka veit, hvussu týðandi tað er at hava fast starv; tað ber mest sum ikki til at fáa játta lán uttan fast starv.

Oman á hetta kemur aftrat, at hjálparfólk eru eitt av lægst løntu arbeiðsfólkum í landinum. Ætlanin er, at 2/3 av starvsfólkunum skulu vera námsfrøðingar, meðan 1/3 skal vera hjálparfólk. Sum nú er, er tað júst øvugt, og hevur hetta við sær, at hjálparfólk gera stórt sæð sama arbeiði sum námsfrøðingarnir.

Av tí at námsfrøðingar mangla mest sum allastaðni á ansingarøkinum, serstakliga har fólk við serligum tørvi eru, gerst hesin námsfrøðiligi arbeiðsmarknaður líkur einum sjálvtøkuborði fyri námsfrøðingarnar – hetta skal ikki síggjast sum atfinning mótvegis námsfrøðingunum – men tað er skipanin og tørvurin, sum skapar hesar umstøður.

Fáu námsfrøðingarnir og mognu skiftini av starvsfólkum, bæði námsfrøðingar og hjálparfólk, skapar eisini órógv fyri bæði starvsfólk og búfólk, tí búfólkini javnan mugu læra nýggj starvsfólk at kenna. Álit og tryggleiki mennist yvir tíð millum stravsfólk og búfólk, og eru mongu skiftini av starvsfólkum tískil ógvuliga óheppi.

Hendan gongdin má broytast. Lutfallið millum námsfrøðingar og hjálparfólk má viðgerðast; og normering, setanartreytir eins og lønarlag má eisini endurskoðast við bata í huga.

Ein annar trupuleiki er eisini, sum viðvíkur ófaklærdum fólki. Hesi fólk hava ring útlit fyri framgongd og hægri løn, tí tey eru ófaklærd. Tey eru ofta í 40- og 50-árunum og hava kanska ov stórar fastar útreiðslur til at hugsa um lærupláss ella aðra skúlagongd. Nógv av hesum ófaklærdu hava hollan kunnleika og drúgvar royndir teirra arbeiðsøki vegna mong ár í arbeiði. Sjálvstýri vil arbeiða fyri, at hesum fólki stendur í boði at fáa neyðuga ástøðiliga partin til teirra starv, soleiðis, at tey eftir stutta tíð kunnu hava eina veruliga útbúgving innan teirra væl kenda og tænta arbeiðsøkið.

 

Við Sjálvstýris kvøðu

X við Andrias Jacobsen

 

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

Í gjár kl. 22:37

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

Í gjár kl. 13:35

Poul Andrias Ziska skal gera mat til børn í Vágum

7. november kl. 19:00

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

VIDEO: Jákup B fegnast um at vera við landsliðnum aftur

4 tímar síðan
Tíðindi

Framgongd er tengd at hvussu USA tosar við Russland

4 tímar síðan
Hondbóltur

St. Gallen vann triðja dystin á rað

5 tímar síðan
Tíðindi

Demokratar vinna senat­ssess í Missi­s­sippi fyri fyrstu ferð í 44 ár

5 tímar síðan
Fótbóltur

Marjus Nón flytur aftur til Skála

5 tímar síðan
Hondbóltur

Erling Erlendsson hevur gjørt sáttmála við HF Karlskrona

6 tímar síðan
Tíðindi

Russiskur diplomatur í USA doyði brádliga í Moskva

6 tímar síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: VÍF vann stórsigur á eykaliðnum hjá Kyndli

6 tímar síðan
Tíðindi

Nær fáa røktarheimini fastan lækna?

7 tímar síðan
Hondbóltur

Jana og Marita vunnu - Maria tapti

7 tímar síðan
Hondbóltur

THW Kiel og Füchse Berlin vunnu seg víðari í steypakappingini

7 tímar síðan
Lesarabrøv

Oyndarfjarðar­tunn­il­in - og for­bann­ils­ið av fjalla­vegum

8 tímar síðan