Enn einaferð skal spurningur setast við rættin hjá kvinnuni at fáa fosturtøku gjørda undir tryggum umstøðum, nevniliga undir læknahond ístaðin av kvaksalvara. Hesuferð í hami av eini skerping av okkara avoldaðu fosturtøkulóg, soleiðis at nú skulu serfrøðingar avgera, um kvinnan kann fáa fosturtøku.
Í dag verður kanska gloymt, at í botn og grund er fosturtøkulógin gjørd fyri at tryggja at kvinnur ikki mistu lívið ella fingu óbótaligan skaða av fosturtøkum framdum undir ábyrgdarleysum ótryggum umstøðum. Fosturtøka er ikki nakað nýtt fyribrigdi og bert søgugongdin við teimum mongu ræðslusøgunum um gjørdar fosturtøkur átti at verið nóg mikið at víst á hvussu álvarsliga óhepna støðu ein kvinna kann koma í, sum gerst við barn óynskt. Hóast samfelagið støðugt broytist og í nógvar mátar er betri og øðrvísi enn fyri 50 árum síðani, so kann tað framvegis nú sum tá seta eina kvinnu í ta álvarsamu og óhepnu støðu, at hon velur abort framum at føða barnið. Og soleiðis fer ivaleyst altíð at vera. At fyrigigla sær sjálvum ella øðrum eitt samfelag við ongum abortum, broytir ikki nógv henda veruleika.
Samfelagið verður helst ongantíð so, at eitt gitið egg í búkinum, og sum seinni verður til eitt barn, altíð er vælkomið. Tvørturímóti kemur tað ofta tvørt fyri, og hjá summum so tvørt fyri, at best er at beina fyri tí - ongantíð ov skjótt. Ein graviditetur og eitt barn kann broyta lívsleiðina hjá eini kvinnu púrasta. Talan kann t.d. vera um unga gentu, kanska 14-16 ár, sum skuldi havt alla framtíðina fyri sær, hvussu nú við skúlagongd, útbúgving og øðrum. Er tað alt líkamikið, ella er tað minni vert enn tað lív sum veksur í búkinum á henni, og sum enn als ikki er blivið eitt menniskja, og sum hon annars onki annað følir fyri enn sum ein stóran trupulleika. Og er tann lítli klumpurin í búkinum eisini so nógv verdur, at hesin skal liva fram um alt - og so er líkamikið hvussu lívið hjá kvinnuni og barninum, tí óynskta, annars verður, tá tað kemur í hesa ikki altíð tespiligu verð.
At banna kvinnum fosturtøku bert við tí eini grundgeving at hetta er at týna lív - gudsskapt lív - og á henda hátt útrópa kvinnurnar og læknarnar sum drápsfólk, er ein herferð sum ikki fyriheldur seg til veruleikan og dagligdagin hjá okkum menniskjum, men sum við sjálvrættvísi og ofta við bíbliuni í rygginum, skal siga øðrum hvussu tey skulu liva.
Ofta ivast tú í, um viðhaldsfólkini til slíka herferð liva í hesi verðini sum menniskju, kanska eru tey yvirmenniskju - ella liva tey kanska á ein slíkan hátt, at tey ongantíð koma út fyri slíkum lagnum. Lata tey kanska eyguni aftur.
Tey mongu seinni árini er fosturtøkan framd undir skipaðum viðurskiftum undir læknahond í Føroyum ella aðrastaðni. Hetta hevur kanska fingið onkran at gloymt ella at undirmeta, at ynskini hjá kvinnuni til fosturtøkuni eru eins sterk og áður. Viðhvørt verður ført fram, at nú gongur tað so lætt og automatiskt. Tíbetur gongur tað lættari nú, men automatiskt verður tað ongantíð. Gentan ella kvinnan sum er uppá vegin, er tann, sum best av øllum eigur at vita, um hon ynskir at føða barnið, sum nú stendur henni í boði. Tað er hon sum fyrst av øllum skal taka sær av barninum, tá tað kemur í verðina og geva tí umsorgan. Tað er hon sum veit, hvør pápin er, og um stuðul kann væntast frá honum. Tað er hon sum veit, hvønn stuðul hon kann vænta frá sínum nærmastu. Tað er eisini hon sum veit best, um hon yvirhøvur ynskir eitt barn undir teimum umstøðum hon livir undir, og tað er eisini hon sum skal avgera, um hon heldur at eitt barn verður ein ov stór forðing í livi hennara til at hon t.d. kann fáa eina skúlagongd ella útbúgving, sum hon kanska hevur ætlað sær ella stendur mitt í. Og tað er tískil eisini hon sum best viet, hvat barnið hevur í væntu.
Tíbetur nýtast fáar kvinnur í dag at fáa abort, tí tær ikki eru giftar ella ikki hava ein pápa til barnið - og treyðugt so, at innan summi umhvørvi eru hesar reglurnar enn galdandi. Og so tragikomiskt tað er, so eru júst hesir bólkar ofta eisini ímóti abort. Hvussu ger tann gentan. Fær hon abort í loyndum ella eigur hon eitt barn við ongum pápa. Og fyri at tað skal vera heilt fullfíggjað, so er hetta ofta sama genta sum ikki fær neyðuga seksualundirvísing heima og um foreldrini skuldu bestemma so heldur ikki í skúlanum - tí seksualundirvísing er privat øki. Seksuallívið er framvegis tabu innan nógvar familjur.
Tað skal ikki yvirlátast til serfrøðingar at finna útav, um abort skal loyvast vanligum frískum kvinnum. Tað er kvinnan sjálv sum evt. saman við lækna sínum skal finna fram til, um tað er hennara veruliga og vælumhugsaða sannføring, at hann ikki ynskir at eiga barnið. Evt. ráðgevarar skulu ikki hava til uppgávu at fortelja kvinnuni, hvat er best fyri hana, men bert saman við henni finna fram til hvør støða hennara er. Avgerandi er, eisini fyri eftirtíðina, at tað er hennara avgerð, og ikki avgerðin hjá foreldrum, serfrøðingum ella øðrum sum liggur til grund.
Ein avgerð um abort er ein álvarslig avgerð og tað er at undirmeta kvinnuna og hennara avgerð yvir lív hennara at taka frá henni rættin sjálv at velja, um hon ynskir abort. Tað er hennara lív og lívsleið sum skal virðast og setast uppmóti lívið hjá fostrinum - og so eisini lívinum og innihaldinum í lívinum hjá evt. barnið.
Bert eitt herróp um at »lív ikki má týnast« er at einfaltgera lívið, men hetta herróp er klárt og lættskiljandi og tískil væl hóskandi á politiska vígvøllinum. Sjálvandi kanst tú siga at tú respekterar hetta sjónarmið teirra, men kortini geri eg tað ikki meiri enn so, at eg hugsi at onkur av hesum viðhaldsfólkum høvdu tagt ella kanska verið minni harðmælt, tann dag tey høvdu trupulleikan tætt at sær og veruliga skiltu hvørja menniskjalagnur tað snúði seg um - og skiltu at her snúði seg ikki bara um orð.
Ístaðin fyri at standa model til slíka herferð og siga lítið og onki, so haldi eg stundin átti at verið komin fyri politikkarar okkara at virða henda rættin hjá kvinnuni at søkja sær abort, tá umstøður hennara gera tað átrokandi og neyðugt, og nútímansgera lóggávu okkara soleiðis, at kvinnan tær fyrstu 12 vikurnar av graviditetinum einsamøll, evt. saman við lækna sínum, tekur hesa avgerð.