Abraham verður landsliðsvenjari

Fyrstu fyrireikingarnar til EM undankappingarumfarið, sum verður í Føroyum í oktober, eru á skránni nú í vikuskiftinum

Tað er farið merkisvert skifti fram í ábyrgdini fyri U?19 landsliðnum. Øll árini, sum Føroyar higartil hava havt U?19 landslið, hevur Jógvan Martin Olsen verið venjari. Tað er hann ikki longur.
Jógvan Martin hevur framvegis høvuðsábyrgdina fyri øllum landsliðsarbeiðnum í yngru deildunum. Men nú eru tað Abraham Løkin og Pætur Clementsen, sum skulu vera venjarar hjá U?19 landsliðnum. Hetta er fyrsta árið, at Abraham er venjari hjá einum landsliði. Okkurt av undanfarnu árunum hevur hann kortini verið eitt sindur knýttur at U?15 landsliðnum. Pætur Clementsen starvast á FSF skrivstovuni, og hann hevur frammanundan verið knýttur at U?17 landsliðnum.
Abraham hevur drúgvar royndir sum venjari. Eitt nú hevur hann vant NSÍ og ÍF, tá ið hesi feløgini hava verið umboðað í bestu deildini. Hesi seinastu árini hevur Abraham verið ungdómsvenjari hjá NSÍ. Tað er hann framvegis. Pætur Clementsen hevur í fleiri ár verið ungdómsvenjari í HB. Enn er formlig avtala ikki gjørd millum FSF og venjararnar. Men tað eru teir báðir, sum skulu standa fyri fyrstu venjingini, og tað skilst, at tað bara er ein spurningur um tíð, áðrenn formlig avtala fer at verða gjørd.
Einki er at ivast í, at tað verður serliga stórur áhugi fyri U?19 landsliðnum í ár. Hetta kemst av, at FSF fyri fyrstu ferð skal verða vertur fyri U?19 undankappingarbólkinum, sum Føroyar eru partur av. Kappingin verður í Føroyum fyrst í oktober. Umframt Føroyar eru í bólkinum Grikkaland, Ungarn og Wales.

Nýtt ættarlið
Í fjør varð tilfarið til U?19 landsliðið mett at vera so mikið gott, at møguleikar áttu at havt verið fyri góðum avriki í EM kappingini. Tað hilnaðist ikki so væl. Fleiri av lyklaspælarunum vóru skaddir, og úrslitini vóru ikki góð.
Fyrsta venjingin hjá nýggja liðnum er á skránni nú leygardagin frá kl. 10 og til kl. 16. Møtt verður í FSF húsinum.
Sambært listanum, sum er sendur feløgunum, eru tað hesa ferð væl færri spælarar, sum hava royndir úr bestu deildini, enn tað vóru í fjør. Hetta kann sjálvandi broytast, tí tað er stórur møguleiki fyri, at fleiri av spælarunum, sum nú ætlast at vera við til at mynda U?19 landsliðið, fara at fáa møguleikan í bestu deildini í kappingarárinum, sum nú stendur fyri framman.
Í fyrsta umfari hava 26 spælarar fingið boð. Sum tað plagar at vera, so eru flestir úr havnarfeløgunum, men tað er merkisvert, at so at siga øll feløgini í bestu deildini og okkurt felag í 2. deild eru umboðað.
Spælararnir eru hesir: Svenn Jacobsen, Poul T. Dam, Páll Mohr Joensen, John Eivind R. Mouritsen og Emil Nolsøe Leifsson, HB, Justinus H. Hansen, Debes Danielsen, Tórður Thomsen og Búgvi V. Olsen, NSÍ, Símun Louis Jacobsen og Jan Poulsen, GÍ, Johan V. Gunnarsson, Ásbjørn V. Gunnarsson og Mikkjal Hvannastein, B36, Símun Rógvi Hansen og Mikkjal T. Hentze, B71, Fritleif í Lambanum, ÍF, Jóhan Petur Poulsen, B68, Hanus Holm Stórhamar og Ragnar Mortensen, TB, Arnbjørn Theodor Hansen, EB/Streymur, Poul N. Poulsen, Marner Ludvig og Arthur Tausen, VB og Julian Samuelsen og Urbanus Olsen, KÍ.

Mynd: Abraham
Abraham Hansen man vera ein tann drúgvasti 1. deildarleikarin í føroysku fótbóltssøguni. Nú skal hann royna seg sum venjari hjá U-19 landsliðnum