Abrahamsen spyr um bíðilistar til sjúkraviðgerð

Helgi Abrahamsen, Sambandsflokkurin, fer at seta Akseli V. Johannesen, landsstýrismanni, fyrispurning um bíðilistar til sjúkraviðgerðir, tá munnligir fyrispurningar eru á skránni í tinginum í morgin. Abrahamsen vil fegin vita, um landsstýrismaðurin metir, at landskassin, samanlagt, sparir pening við at leingja bíðilistarnar.

Helgi Abrahamsen skrivar í tíðindaskrivi, at verður hugt at samlaða rakstrinum hjá landskassanum, er í mongum førum talan um at flyta útreiðslur frá heilsumálum til almannamál, og tá kann talan lættliga gerast um øktar útreiðslur.

Hann vísir á, at tey, sum standa á bíðilista at fáa viðgerð, fáa ofta pening eftir dagpengalógini.

- Longur tey bíða, meira skulu tey hava, og viðgerðin verður neyvan bíligari við tíðini, skrivar Helgi Abrahamsen.