Absalon við framsýning á Dugna

Henda komandi mánaðin fer Absalon Absalonsen at sýna fram nøkur av verkum sínum í hølunum hjá Dugna á Hjalla.

Eftir at Dugni flutti í onnur og meiri ljós høli, varð samstundis givið høvi hjá føroyskum listafólkum at hava framsýningar her. Henda farna mánaðin hevur Kári Svensson havt framsýning, men hósdagin eigur Absalon túrin.

Á framsýningini verða út ímóti 20 listarverk.

Henda fyrsta dagin verður framsýning hansara opin millum klokkan 14 og 17.

(Savnsmynd)